At flyta politiska brennidepilin er eitt klassiskt triks í politiska heiminum, táið tað brennur undir einum sjálvum í nærumhvørvinum. Táið álvarsligir trupulleikar hava stungið seg upp innanlands, t.d. í amerikanska ríkjasambandinum, hava forsetarnir verið herviligir at leypa á aðrar staðir á knøttinum, fyri at mobilisera ta mest primitivu tjóðskaparkensluna av øllum. Fyri fáum árum síðani sótu tveir sperdir stjórnarleiðarar og bíðaðu eftir sama løgi til omanfyrinevnda misbrúk. Fascistiski juntaleiðarin Leopoldo Galtieri sat fyri 27 árum síðani hinumegin linjuna, í Buenos Aires, og resoneraði seg fram til, at einasti mátturin sum kundi vinna á vreiðini, um trælkanina av argentinskum fólkaræði, var antiimperialistiska kenslan hjá fólki hansara mótvegis bretum í mun til ræði yvir Islas Malvinas. Tí leyp hann á. Hetta var eitt kærkomið høvi hjá jarnkvinnuni í London, Margaret Thatcher, nú meiningarkanningar eftir trý ára stjórnarvald vístu, at regime hennara einans hevði undirtøku hjá 18%´um av bretska fólkinum. Hon valdi at fara í víggj fyri at verja eina av seinastu handanhavs bastiónunum av hinum fyrr so máttmikla bretska imperium – Falklandsoyggjarnar. Hon vann, og yvirlivdi í mong ár av at flyta politiska brennidepilin á hendan hátt, har primitiv tjóðskaparkensla og gamlir og hýggjuskotnir stórveldadreymar vórðu mobiliserað fyri eitt rættiliga lítisvert átak. Sløk túsund mannalív foyktust burtur í hesi politisku telving tvørturum miðkring jarðarinnar.
Her hjá okkum er tíanbetur ongin herur at senda út á mótini, táið á stendur, somikið meira sofistikerað skuldi man hildið at manøvran varð, táið fokus skal flytast, orsakað av politiskum trupulleikum innanlands. Hesar seinastu dagarnar eru ymiskar pallmyndir settar upp til ein slíkan leik, men bráðliga endaði alt í einum tragikomiskum politiskum streeptease dansi. Einum partapolitiskum Dance Macabre.
Fólkaflokkurin hevði sum ikki einaferð, rikið javnaðarhøvdingan í rætt, og sett lokuna fyri. Aftur fyri smávegis justeringar, týdningarleyst plenuklipparí og putlut kontuhoyggjarí var ein heilur herur av fakfeløgum sleptur inn í rættina, og har skuldi Jóannes levera vøruna við kassa 1 hjá Jørgeni, við at bukta og binda niður fakfeløgini, til at siga frá sær avtalaða lønarvøksturin seinri í ár. 60 milliónir krónur. Javnaðurin versus sínum klassiska grundfesti. Hetta var sjálvsagt ein vónleys uppgáva, og táið sosialdemokratiski einmansherurin sperdist, linkaði í kongunum, og Magnus, Selma og Jarvin lupu uppum liðini, og fóru til stroks, rapaði korthúsið, - hin annars so famøsi kreppu- og vakstrarpakkin, sum í seinasta lagi skuldi leggjast fyri tingið á tjóðarhátíðini komandi. Vit eru fleiri sum kendu substansin í kreppupakkanum, men vakstrarpakkan hevur ongin av góðum grundum sæð. Hann er ikki til. Tað ljóðar fyri vist, tað er farið at ganga sum rótasúpan, at gingið verður gátt av gátt í høvuðsstaðnum fyri at finna onkran hissini frøðing, sum tímir at skriva eitt luftugt upprit um ein slíkan, so politiskt púrgjørdur og vatndeyvur er mergurin í ABC-samgonguni, sum nú roynir seg í aðru syftu í hesi øldini.
Síðani er alt farið meira ella minni úr spónalagnum. Frustratiónirnar taka dik á seg, og tað hevur ikki bøtt um standin, at ein samd landsstýrismálanevnd hevur gjørt eina óvanliga greiða niðurstøðu, um óheimilaðu meirnýtsluna hjá landsstýrismanninum í heilsumálum seinastu fýra árini, har tað umframt játtanir og eykajáttanir eru nýttar 171 millónir krónur. Staðfest verður, at hann hevur brotið evstu lógini í landinum, stýrisskipanarlógina, og hartil fleiri fíggjarlógir. Leysakrútið hjá hesum sama landsstýrismanni um, at Tjóðveldi skal vera eftir honum, kann ikki roknast fyri annað enn lummafilosofiskar fjákalótir. Ein roynd at skjóta boðberan. Vit hava ikki gjørt annað enn at flyta turr faktatøl úr einum fíggjarnevndaráliti, yvir á borðið hjá løgtingsins eftirlitsnevnd við landsstýrinum, og har hava m.a. eitt umboð fyri Javnaðarflokkin og eitt umboð fyri Sambandsflokkin staðfest, at H.P. Strøm hevur gingið skeivu megin stýrisskipanarlógina. So einfalt er tað málið. Tað eru bara trý høpi, sum kunnu gera nakað vit tað málið, landsstýrismaðurin sjálvur, løgmaður ella Løgtingið. Fram eftir degi fæst at vita, hvør ið skákar hvønn, ella um parlamentið má taka sær um reiggj ólavsvøkudag, fyri at lóg og landaskil aftur skal valda í danska heimastýrinum.
Leikarin í hesum brennideplinum er ikki hvør sum helst, tí noyðist Kaj Leo at løða sterkt, skal hann koma heilskapaður ígjøgnum hesa prosessina. Talan er um sjefideologin hjá Javnaðinum par exellence, kanska tyngsti sveinurin flokkurin eigur, í mangar mátar sera dugnaligur og væl borin til vits. Tí má roknast við ógvisligum ristingum í útriðini av miðdeplinum av skjálvtanum, ið koma skal.
So líðandi støkkur límið í samgonguni. Ímeðan løgmaður gongur inni við seg sjálvan, og hugsar um at keypa heilsumálaráðnum eitt flogfar til sjúklingaflutning millum lond, onkur helt, at felagið hóskandi kundi fingið navnið Leoflot, gongur Eidesgaard berserkaragongd, í eini evstu roynd at flyta politiska brennidepilin frá niðursmeltaða kreppu- og vakstrarpakkanum og illa sperda landsstýrismanni hansara. Í Norðlýsinum leypur hann í óðum verkum á ein fulltrúa ella deildarleiðara í Føroya Banka, og krevur, at viðkomandi í fjølmiðlunum sigur honum hvat privata fíggjarkervið ætlar sær at gera við kreppuna, vit eru rakt av. Viðkomandi hevur í sínum sakloysi ikki gjørt annað, enn úttalað seg sum búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, um aktuellu búskapar- og fíggjarligu støðuna samfelagið er í. Man skuldi annars hildið, at mál av slíkum slagi, háfinansiellar diskussiónir á samfelagsins Parnassos, sum fíggjarmálaráðharrin í hesum føri rør framundir, eru mál, sum hann og stjórarnir í fíggjarstovnunum viðgera á sínámillum fundum.
Seinasta royndin at flyta fokus var ein taktiskur brølari av format. Í Degi og Viku fríggjakvøldið traðkaði Eidesgaard á meginlíktornið hjá Fólkaflokkinum, so tað sveið eftir í, í kyni samgongunnar. Hann mælti til at niðurleggja ráðið, sum formaðurin hjá radikalu sjálvstýrarunum situr í. Hetta var ein eyðmýking, sum Jørgen ikki læt sita á sær. Kviki seyrvingurin høgdi til aftur, og mangt bendir nú á, at hetta opna stríðið er orsakað av, at tað er farið at øra fyri politisku eygunum á einum groggy boxara, sum bara slær samsvarandi refleksum og ikki samsvarandi sínum annars góða viti og skili.
At barbera ráðini úr 9 niður í 6, er nýákomið í hesum viðfangi, og er bara seinasta ad-hoc royndin, at flyta fokus frá miseydnaða politikkinum, niðursmeltaða kreppu- og vakstrarpakkanum og politiskt illa á holdum komna landsstýrismanninum í heilsumálum. Ein rokada av so fundamentalum slagi kundi jú verið høvið, ómaka- og snikkaleyst at flutt H.P. Strøm í tingið aftur, uttan stórvegis skeinur í samgongulakkinum annars. Tjóðveldi legði annars fram uppskot um hetta sama í vár, har vit mæltu til at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis, at tað ongantíð kundu vera fleiri enn 6 landsstýrisráð, løgmaður incl., og harafturat, at tað ongantíð kundu vera fleiri enn 25 tingfólk. Bara tjóðveldisumboðini í tingsalinum atkvøddu fyri uppskotinum hin 24. apríl 2009. Javnaðarumboðini atkvøddu ímóti. Á fyrsta fundinum, sum vit bæði Annita vóru boðin til, um hin nú so maltrakteraða kreppu- og vakstrarpakkan, mæltu vit bæði til at fremja eitt skiftið í landsstýrinum beinanvegin, soleiðis, at ráðini vórðu laðað niður í seks í tali. Ein av teimum, sum beinanvegin vrakaði tað uppskotið, var maðurin, sum nakrar fáar dagar seinri setir tað fram sum sítt egna. Soleiðis ber eisini til at mala á politisku kúluni, í eini opportunistiskari eufori, ið eittans hevur til endamáls at flyta brennidepilin úr politiska máttloysinum, sum nú valdar í landinum.
Landinum og samfelagnum tørvar eina leiðslu, ein politikk og viðkomandi felags mál, ið mega røkkast, skulu vit ikki dragna í heimssamfelagnum. Eina vakstrarstrategi ígjøgnum grundleggjandi burðardyggar bygnaðarbroytingar í stórmálum, heldur enn hetta dirvisleysa plenuklipparíið, sum samgongan hevur pjakast við í mánaðavís. Sum frá er liðið, síðani hendan samgongan tók við valdinum, er tað farið at líkjast alt meira niðurstøðuni hjá legendariska argentinska rithøvundinum, Jorge Luis Borges, sum í Time í 83 sammetti kríggið um Falklandsoyggjarnir við eitt stríð, har tveir skallutir menn bardust um ein kamb. Munurin er bara, at tað í okkara føri eru tríggir, heldur enn tveir, krúnrakaðir kombattantar, sum berjast um ein og sama kamb.
Politiska klokkuverkið í Tinganesi er uppsteðga, og tí er stundin komin til eitt siðaskifti á øllum politiskum mótum, sum ber framskygni og framsókn í sínum skjøldri.