Skammilig viðferð av statsmanni

Í næstseinastu viku kom Thorvald Stoltenberg eftir, at tað í føroyskum fjølmiðlum høvdu verið borin, stórt uppsligin, tey tíðindi, at hann skuldi standa fyri ein kanning hjá NA-bólkinum í Fólkatinginum m.a. av, hvussu nógv Danmark hevði forvunnið burtur úr NATO støðunum í Grønlandi og Føroyum.

Tá hann als ikki hevði átikið sær ein slíka uppgávu, hevði hann sjálvsagt áhuga fyri at hesi tíðindi vórðu rættaði í Føroyum. Hetta gjørdi hann við í stuttum at greiða okkum sum hava tosað við hann frá, at hann hevði játtað Lars Emil Johansen at vera ráðgevi í uttanríkis- og trygdarmálum. Men tá hann so kom eftir, hvør uppgáva var ætlað honum tók hann seg aftur. Tí er hann als ikki við í nakrari kanning. Men hesi tíðindini um, at hann hevði tikið seg aftur, vóru ikki send fjølmiðlunum av NA-bólkinum.
Tá hetta kemur fram sendir NA-bólkurin út tíðindaskriv, sum sjálvtsagt verður endurgivið sum ætlað av "hansara" tíðindatænastu í Føroyum. Men við hesum skjølum er bólkurin komin at lýsa sína egnu arbeiðsgongd.
Eftir øllum at døma hevur verið bæði munnligt og skrivligt samskifti við Stoltenberg. Men um tað bert verður gingið eftir upplýsingum hjá NA-bólkinum sjálvum hevur gongdin verið henda:

Gongdin í málinum.
1.Tann 28.februar verður sent bræv til Thorvald Stoltenberg, sum skal "betragtes som en forsigtig føler" áðrenn send verður honum "en officiel henvendelse" saman við ætlaða arbeiðssetninginum hjá ætlaða bólkinum.
2.Tað einasta sum stendur í hesum brævi um arbeiðssetningin er, at hann "omhandler blandt andet belysning af vores landes udenrigs- og sikkerhedspolitiske forhold.." Tað er óneyðugt at siga, at hetta er eitt øki, sum kann umfata ein hóp av evnum. Ikki minst hjá einum fyrrverandi uttanríkis- og verjumálaráðráðharra.
3.TS vísir sína stóru vælvild at játta henda "følaran". Og samb. umrødda brævi frá NA-bólkinum skuldi næsta stigið verið, at hann fær eina almenna umbøn saman við uppskot til ein arbeiðssetning. Og tað skuldi annars verið ein sjálvfylgja, at arbeiðssetningurin verður gjørdur í samráð við tí ætlaða formannin í bólkinum. Men hetta verður ikki gjørt!
4.Í staðin verður ein arbeiðssetningur sendur fjølmiðlunum, sum einki hevur við uttanríkispolitikk at gera, og sum stórt sæð bert snýr seg um ein verjupolitiskan spurning, nevniliga hvat danir hava fingið fíggjarliga burtur úr NATO í Føroyum og Grønlandi. Og hesin útgreinaði arbeiðssetningur verður sendur fjølmiðlunum uttan um TS, hóast hetta kundi verið gjørt eftir eini løtu við nútíðartøkni. Meðan "arbeiðssetningurin" í brævinum til Stoltenberg telur eina reglu, so fyllir tann útgreinaði arbeiðssetningurin meira enn eina síðu.
5.Grundað á hesi tíðindi sláa føroysku fjølmiðlarnir stórt upp og útgreina í smálutir, at nú skal Stoltenberg skera ígjøgnum mótvegis Danmark í hesum eldfima máli. Hetta verður gjørt, uttan at Stoltenberg kennir og enn minni hevur góðkent at arbeiða eftir hesum arbeiðssetningi, og uttan at hann verður spurdur av fjølmiðlunum um hansara leiklut.
6.Tá Stoltenberg ger vart við, at hann als ikki er við í hesum arbeiði, fer NA-bólkurin saman við "sínum fjølmiðlum" í gongd at sáa iva um trúvirðið hjá Stoltenberg. NA-bólkurin sendir út eitt tíðindaskriv, sum er grundað á, at Stoltenberg samb. Sosialinum ongantíð hevur játtað at vera við til at kanna uttanríkis- og hernaðarpolitisk viðurskifti hjá Grønlandi og Føroyum. Hóast tað stendur heilt greitt í samrøðuni, at hann júst hevur givið eina generella tilsøgn í hesum spurningi. Út frá hesi "heimagjørdu" fyritreyt verður "skjalprógvað", at TS hevur sagt ósatt, hóast skjølini frá NA bólkinum júst prógva, at hann ikki hevur játtað at vera við í teirri útgreinaðu kanning, sum talan er um. Og henda "úleggingin", sum stríðir beint ímóti veruleikanum, verður rátt endurgivin í fjølmiðlunum. Ikki minst í tí "óhefta" útvarpinum. Nú er tað Stoltenberg, sum er "skurkurin", og sum hevur villleitt føroyingar!
7.Samstundis verður váttað av Lars Emil Johansen, at Stoltenberg hevur tikið seg aftur, og hetta hevur hann eisini kunnað um í grønlendskum fjølmiðlum. Og at tað skal vera eitt "mistak", at føroysku fjølmiðlarnir ikki eru kunnaðir! Men umrødda tíðindaskriv sleppur sær behendiga undan at geva nakra sum helst frágreiðing um hetta "mistak".

Tveir avgerandi
spurningar:
8.Hetta førir til tveir avgerandi spurningar. Tann fyrri: Hvussu ber tað til, at henda kunning um, at Thorvald Stoltenberg kortini ikki er í bólkinum, ikki er farin til føroysku fjølmiðlarnar? Henda nærliggjandi spurning hava 3 av 4 fjølmiðlum ikki sett avvarðandi fólkatingsmanni. Tíðindaskrivið frá NA bólkinum í hesum máli gevur onga ábending um henda heilt avgerandi spurningin. Serliga má hetta undra, tá hugsað verður um, hvussu væl tað annars verður kunnað um virksemið hjá bólkinum.
9.Hin seinni spurningurin: Hvussu kann tað bera til, at føroysku fjølmiðlarnir á so tunnum grundarlag kunnu spinna eina søgu, som hevur so lítið við verunleikan at gera? Og sum als ikki hevði verið avdúkað, um tað bert stóð upp til hesar fjølmiðlar! Hetta má seta ein sera stóran spurning við trúvirðið hjá føroysku tíðindatænastuni. Í hvussu er til tann partin sum aktivt medvirkar til at grugga málið sum greitt frá.

Fallin í ránsmannahendur.
Thorvald Stoltenberg er ikki hvør sum helst. Hann man vera ein tann fremsti norðurlendski politikkarin á heimspolitiska leikpartinum. Tann sum vil vita meira um Stoltenberg kann í seinasta FF-blaðnum lesa eitt norskt ummæli av hansara sjálvsævisøgu "Det handler om mennesker".
Tað skuldi verið eitt kvett hjá einum og hvørjum politiskum bólki at fáa lyfti um ráðgeving frá einum slíkum manni. Tí sovæl uttanríkis- sum verjuviðurskifti eru spennandi øki hjá tí, sum hevur áhuga fyri tí.
Men tað sum NA bólkurin so ger er at draga mannin uppá tráð. Eftir at hann hevur víst játtað at vera við, setir NA-bólkurin saman ein arbeiðssetning, sum skal nýtast politisk móti Danmark í einum av teimum mest eldfimu politisku evnunum yvirhøvur. Hetta er serliga galdandi fyri Grønland, men tað er ein longri søga, sum m. a. kann lesast í ævisøguni hjá Hendrik Kaufmann "På kongens bud".
Síðan verður kunngjørt við stórum bókstavum í føroysku fjølmiðlunum, at Stoltenberg skal standa fyri hesi kanning, og nú skal hann seta Danmark uppá pláss í spurninginum, um hvussu nógv Danmark hevur vunnið uppá herstøðir í Grønlandi og Føroyum. Hetta verður gjørt uttan at Stoltenberg veit av hesum.
Tá Stoltenberg so ger vart við, at hann als ikki er við í nakrari slíkari kanning, og at hann hevur gjørt vart við hetta á røttum stað, verður hetta gjørt til, at tað er Stoltenberg, sum villleiðir føroyingar! Tað skal sigast, at grundgevingarnar hjá Stoltenberg fyri ikki at vera við í hesum arbeiði eru so fullkomiliga innlýsandi fyri ein mann í hansara støðu. Hóast hetta verður nú róð uppundir, at maðurin skal hava latið seg ávirka á øðrum í hesum spurningi!
Tað finst neyvan orð fyri ein slíkan atburð. Eitt er, at NA-bólkurin hevur beint fyri sínum egna trúvirði í altjóða spurningum. Men tað at føroyingar kunnu bera seg soleiðis at kemur heilt greitt at skaða møguleikarnar hjá Føroyum framyvir at fáa hjálp frá slíkum serfrøðingum, sum her er talan um.
Tað er ein trupulleiki!