Rumblið um støðuna í heilsuverkinum heldur á. Nú hevur Tór Marni Weihe, formaður í Vága Tjóðveldisfelag, skrivað eitt opið bræv til Føroya løgting og Landsstýrið, har hann heitir á politisku skipanina um at koma til eina loysn.
- Heilsuverkið er hornasteinurin undir vælferðarsamfelagnum. Vit eiga øll at kunna semjast um, at lykilin til eitt gott og trygt samfelag, er, at vit hava eitt heilsuverk, ið er til reiðar og ført fyri at lofta okkum, tá heilsan bilar. Men, sum ikki einaferð, so sær partapolitikkur út til at vera einasta forðingin fyri hesum, skrivar Tór Marni Weihe.
Í einum hvassorðaðum brævi skrivar tjóðveldismaðurin, sum sostatt ikki minst hartar sínar egnu, at øll vita, at støðan hjá sjúkrahúsverkinum er ring, men kortini letur ikki til, at nakað verður gjørt.
- Eg fari at siga tað akkurát sum tað er: tað er beinleiðis skammiligt, at sjúkrahúsverkið framvegis liggur í andaleypi, hóast vit leingi hava vitað, júst hvussu illa tað stendur til. Ávaringarnar tykjast ikki at rína við tykkum, ið sita við ábyrgdini, og sum hava møguleika at gera nakað við málið. Tað gongur ikki, skrivar formaðurin í Vága Tjóðveldisfelag.
Tór Marni Weihe leggur dent á, at hann ikki leggur eftir ávísum flokkum ella persónum, men at hetta er ein áheitan á øll, ið varða av sjúkrahúsverkinum.
- Eg haldi tað vera ómetaliga flóvisligt, at síggja politisku skipanina brúka heilsuverkið sum politiskt jarnbrot. At síggja bæði samgongu- og andstøðupolitkarar royna at skora politisk stig í málinum. Tað mugu tit gevast við. Hetta er ikki ein spurningur um játtanina í ár. Hetta er ikki ein spurningur, um hvørjum vit skulu peika fingrar eftir; um tað skal vera hendan samgongan ella handan samgongan, ið skal fáa lortaspannirnar omanyvir seg. Tað er heldur ikki bara ein spurningur, um tað skal vera ein felags leiðsla ella um tað skulu vera eitt ella trý sjúkrahús. Tað er ein spurningur um at taka ábyrgd og fáa okkara heilsuverk í eina trygga legu, skrivar hann.
Hann hevur tí eitt jólagávuynski fyri alt Føroya fólk.
- Leggið persónligt og partapolitiskt agg til viks, og gerið tað til tykkara fremsta mál at fáa smíðað eina breiða semju um heilsuverkið, soleiðis at vit føroyingar aftur kunnu kenna okkum tryggar. Tað finst neyvan nøkur betri jólagáva at geva Føroya fólki, skrivar Tór Marni Weihe.