Hondbóltur
At eitt lið einans fær seks mál í bestu føroysku hondbóltsdeildini er so á ongan hátt nakað, usm hendir á hvørjum ári.
Men tað var so tað, sum hendi í KÍ-høllini sunnudagin, tá Kyndil vitjaði hjá Stjørnuni.
Tað var nokk eingin, sum á nakran hátt roknaði við, at Kyndil fór at geva stórvegis av mótstøðu í dystinum, men har frá og so til tað úrslitið, sum gjørdist veruleikin, er eitt langt petti.
Vanliga plagar tað jú at vera so, at tá eitt lið hevur tryggjað sær sigurin væl og viriliga, so verður ferðin sett nakað niður, men hetta hevði Stjørnan ongan hug til sunnudagin. Um tað var tí venjarin, Rógvi Nielsen, hevði 30 ára føðingardag, og tær soleiðis vildu geva honum eina føðingardagsgávu, skal verða ósagt, men í øllum førum fekk Kyndil eitt lítið sømiligt úrslit suður aftur við sær, og meira er væl ikki at skriva um tað.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Kyndil 31-6 (15-1)
Málskjúttar
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 8(6), Annika Ljósstein 7, Bára S. Klakstein 6, Alina Olaru 5, Anna Kristina Samson 3, Una Olsen 2
Kyndil: Linda Weihe 2, Randi Wardum 2, Anja Heinadóttir 1, Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: Stjørnan 6
Útvísingar: Stjørnan 1
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen.