Skammlop á Skarðhamar


Beint eftir náttura sunnukvøldið fekk Politistøðin í Klaksvík fráboðan um, at eldur var í á maskinverkstaðnum Skarðhamar á Oyravegnum uttanfyri Klaksvík. Sløkkiliðsbilurin kom á staðið og fekk bast eldinum alt fyri eitt. Eitt skammlop vísti seg at vera orsøkin, og bert smávegis roykskaði stóðst av tilburðinum.
Á politistøðini siga teir annars, at sera friðarligt var um vikuskiftið í Klaksvík. Veðrið var sera vánligt, so lítið fólk hevur verið at sæð í býnum í vikuskiftinum.