Bretskir veðurmenn ávara nú um, at øskan frá gosinum í Íslandi kann koma inn yvir ta kanadisku eysturstrondina seinnapartin í dag. Veðurmaðurin Bob Syvret sigur við BBC, at sambært teimum seinastu útrokningunum kemur øskan inn yvir land á Nýfunnalands-leiðini.
Sambært veðurmanninum er tað eitt hátrýst, sum hevur fingið øskuna at reka vestur um hav.
Eftir útrokningunum hjá teimum bretsku veðurmonnunum fáa kanadiumenn ikki stórvegis trupulleikar av øskuni, tí ættarskiftið fer at gera, at øskan fer at reka eystureftir og út yvir Atlantshavið aftur.