Skansin ger klárt til landsdystin

Føroyska fjepparafelagið ætlar sær at vinna stríðið á áskoðaraplássunum.

Fríggjadagin skal føroyska landsliðið í fótbólti enn einaferð í eldin, tá norðurírar koma á vitjan. Úrslitini hava sum flest kunnugt verið góð seinastu tíðina, og tað sæst eisini aftur uttanfyri vøllin, har fjepparafelagið Skansin hevur megnað at sett sín serliga dám á landsdystirnar.


Komandi dystur er heldur einki undantak, og felagið ger nógv burturúr komandi dysti. Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum, heitir felagið á føroysku fjeppararnar, um at geva landsliðnum sín dygga stuðul.


- Fríggjadagin er Norður Írland mótstøðuliðið og her kunnu vit rokna við enn meira mótstøðu. Bæði á vøllin, men eisini á áskoðaraplássinum, tí einir 250 fjepparar úr Norður Írlandi koma til Føroyar. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit øll standa saman um okkara landslið og ropa og syngja gjøgnum allan dystin, so okkara leikarar merkja, at tað eru teir, ið eru á heimavølli. Tórsvøllur skal vera okkara Skansi, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.


Í samband við dystin, so hevur felagið gjørt fleiri bannarar og yrkt nakrar nýggja sangir. Felagið heitir tískil á fjeppararnar, ið vera á Tórsvølli fríggjakvøldið, at fara inn á facebook síðuna hjá felagnum, har møguleiki er at læra nýggju sangirnar.


Harumframt verður skipað fyri fjepparalandsdystur á Niðara-vølli kl. 14.30 fríggjadagin, tá føroyski og norður-írski fjeppararnir bresta saman. FSF hevur latið steyp til hendan dystin og ókeypis atgongd til fjepparalandsdystin.


Frá kl. 18.00 verður upphiting fyri allar føroyingar í No12 á Tórsvølli, har andlitsmáling og søla av turriklæðum og øðrum er á skránni.