Skapanargleðin tann størsta av øllum

-Skapanargleðin er tann størsta av øllum og drívmegin í filminum um Barbaru heldur Birgir Enni, sum í fleiri ár hevur gingið filmsfólkunum og leikarunum til handa við tí praktiska arbeiðinum.

Ein av teimum føroyingunum, sum øll hesi árini, arbeitt hevur verið við filminum um Barbaru, og sum hevur gingið filmsfólkum, leikarum og øðrum mest til handa og gjørt eitt veldugt arbeiði til tess at filmurin gjørdist veruleiki, er Birgir Enni. Eftir premieruna í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið spurdu vit Birgir Enni, hvussu tað kenst at síggja úrslitið av tí arbeiði, sum hann sjálvur hevur verið partur av!

-Eg eri sera fegin um at hava verið við í hesum arbeiðinum. Tað eru trý ár síðani, at hetta byrjaði og hevur her verið talan um at fáa nógv praktisk viðurskifti uppá pláss. Tað hevur verið ein ómetaliga spennandi og gevandi tíð.

Birgir Enni er fegin um filmin og heldur tað vera einstandandi at síggja, hvussu góður myndakvaliteturin er vorðin. Hann er heldur ikki bangin fyri at viðganga, at hann táraði, tá filmurin var liðugur, so nógv hevur hann innlivað seg í arbeiðið við at gera filmin. At síggja eitt so gótt úrslit eftir áralangt stríð og arbeiði heldur hann vera einki minni enn hugvekjandi.

-Eg dugi ikki at ímynda mær annað enn, at hesin filmurin fer at liva soleingi hetta landið er til. Hann gevur okkkum øllum nógv at hugsa um, og hann vísir, hvussu vit sjálvi eru. Birgir Enni sigur, at tað hava verið fult út professionell fólk, sum hava fingið alt hetta at rigga, og tað vísir úrslitið nú eisini.

Birgir Enni heldur eisini, at tónleikurin var við at seta prikkin yvir iið. Hann var sera djúpur og hevjaði filmin og innihaldið í honum upp á eitt sera høgt støði, sum vit kunnu fegnast um.


Týnding fyri ferðavinnu

Hvønn týnding heldur Birgir Enni, sum hevur annars hevur gjørt eitt stórt arbeiði til frama fyri ferðavinnuni í Føroyum, filmurin Barbara fer at fáa fyri ferðavinnuna!

-Heilt ótrúliga stóran týdning nógv ár frameftir. Birgir Enni heldur annars, at vit eiga ikki at gloyma tað, sum er grundarlagið og drívkraftin í filminum og øllum hesum arbeiðinum , nevniliga skapanargleðin, sum er tann størsta kraftin, ið finst.

-Hesi fólkini hava skapt nøkur ting, sum vit eiga at virðismeta høgt. Tað skal vera mín vón, at filmurin fær góða undirtøku í útheiminum, tí tað haldi eg hann hevur uppiborið.