Skarvur í minking

Eftir at stovnurin av skarvi hevur verið í stórum vøkstri í eitt nú Danmark og Svøríki, er stovnurin nú í minking aftur

Skarvur

 

Líkt er til, at skarvastovnurin hevur nátt toppinum og er nú í minking aftur.

Hetta verður sagt úr øllum økjum í Danmark og Svøríki, har nógvur skarvur hevur verið í fleiri ár.

Sagt verður, at ein orsøk til minkingina er, at havørnir, sum eisini eru øktar í tali, taka skarvsungar og eta teir.

Ein onnur orsøk er sjúka, sum ikki er óvanlig í fuglastovnum, sum veksa skjótt.

Um veturin flytur skarvur seg suðureftir, og í nógvum londum eru fólk ikki so glað fyri fuglin.

Sagt verður, at skarvur etur umleið eitt pund av fiski um dagin.