Skateboard park í Havn

Ungu havnafólkini, sum standa á skateboard, eru als ikki nøgd við umstøðurnar i høvuðsstaðnum. Býráðið arbeiðir við einari ætlan við einari skateboard park

SKATEBOARD

Tað er og hevur í longri tíð verið ógvuliga væl umtókt millum ung í høvuðsstaðnum at standa á skateboard. Fyri ein góðan ordan skyld nýta kalla vit skateboard fyri skateboard.
Tórshavnar kommuna eigur eina serliga breyt til endamálið uppi í Gundadali ? millum HB- og B36-húsið. Men hendan breyt er ikki nóg góð, eru brúkararnir samdir um.
Fleiri brúkarar, sum Sosialurin hevur tosað við, halda, at umstøðurnar eiga at betrast. Alternativið er so at nýta skateboard aðrstaðni í býnum, eitt nú í miðbýnum. Og tað er heldur ikki frítt, at tílík skateboard seta nøkur merki eftir seg.
Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, sigur, at kommunan fleiri ferðir hevur fingið áheitanir og vitjanir frá ungum um at fáa umstøðurnar í lagi. Hann sigur seg kunna ásanna, at tað er ein stórur áhugi fyri hesum millum ung.
? Fólk standa á skateboard undir hvørjari trappu ? eisini í miðbýnum. Eg veit, at tey fegin vilja umstøður aðrastaðni í býnum til skateboard, sigur Jan Christiansen.
Bæði foreldur og myndugleikar vísa eisini á, at tað ikki er heilt vandaleyst hjá ungu skateboardunum úti í ferðsluni, og tískil ynskja eisini nógv foreldur, at meiri skipaðar umstøður verða skaptar.

Park
Og ein møguleiki at loysa trupulleikan er við einari skateboard park. Hendan góða park skal so hýsa fólki við áhuga fyri at standa á skateboard. Verandi breyt í Gundadali krevur nógvar ábøtur í heilum, og hon verður sum heild ikki hildin at vera nóg góð.
? Ein tílík skateboard park krevur ikki so nógv ? bert eitt sindur av plássi og
asfalti. Vit eru farnir at hyggja okkum eftir einum hóskandi staði, sum ikki liggur alt ov avsíðis frá miðbýnum, sigur Jan Christiansen.
Sambært borgarstjóranum eru eisini nøkur hóskandi støð at finna, men hann vil ikki siga nakað nærri um, hvar hetta staðið kundi verið.
Men hóast kommunalaumsitingin hevur eyguni opin fyri einari komandi skateboard park, so merkir hetta ikki, at vit kunnu vænta at síggja eina tílíka park í nærmastu framtíð. Málið er ikki politiskt viðgjørt, og enn er talan bert um tankar. Men sambært borgarstjóranum skal ikki so øgiliga nógv til, áðrenn ein nýggj park kann lata upp í høvuðsstaðnum.

Rundkoyring
Verandi skateboardbreyt er sum sagt á økinum í Gundadali, har HB og B36 halda til. Umstøðurnar hjá bilum á hesum øki eru ikki tær bestu, og tosað hevur verið um at flutt skateboardbreytina til frama fyri einari rundkoyring ella líknandi, sum vil gera tað meira høgligt at ferðast millum húsini.
Men Jan Christiansen sigur seg einki kenna til eina tílíka ætlan. Og tískil verða umstøðurnar ? í øllum førum fyribils ? óbroyttar.