Hesi næstu 30 árini ella so, fer landskassin at fáa skatt av pensjónum, bæði við inngjaldi og við útgjaldi.
Tað staðfestir Birgir Waag Høgnesen, sum var tryggingarráðgevari í 12 ár.
Nú samgongan ætlar at skatta pensjónir við inngjald,hevur ikki nógv verið frammi um, at verða pensjónirnar skattaðar við inngjald, fær landskassin tvær skattainntøkur av pensjónunum, tí landskassin fer eisini at fáa skatt av útgjaldinum.
Og tað fer landskassin at fáa í eini 30 ár, ella so leingi, sum pensjónistar í dag, liva.
Birgir Waag Høgnesen sigur, at tað er púra greitt, at tað fer at fáa óbótaligan skaða á samfelagið um 30 ár, tí frá á nýggjárinum og nógv ár fram, skal landskassin hava skattin av eftirlønarútgjøldum, sum bankarnir og lívstryggingar fara at útgjalda næstu árini, umframt skattin av øllum inngjøldunum
Birgir Waag Høgnesen sigur at hugurin hjá vanliga borgarinum, at stovnað eftirlønarskipanir, verður ikki tann sami, eftir nýggjár, tí hvørja ferð, ein setir 1000 krónur á eina pensjónskontu, tá landskassin fer avstað við 400 beinanvegin.
Seinastu árini hevur skatturin av útgjaldinum av pensjónum verið hetta:
Eftir upplýsingum frá TAKS, hava inntøkurnar av útgjaldinum av pensjónum hesi seinastu árini, verið:
2005: 20,3 milliónir, harav kommunurnar fingu 8,1 milliónir
2006: 19,3 milliónir, harav kommunur fingu 7,7 milliónir.
2007: 24,2 milliónir, harav kommunurnar fingu 9,7 milliónir
2008: 22,0 milliónir, harav kommununrar fingu 8,8 milliónir
2009: 45,1 milliónir, harav kommunurnar fingu 18,0 milliónir
2010: 51,3 milliónir, harav kommunurnar fingu 20,5 milliónir.
Men er fæst so eisini ein hóming av, hvussu nógv, kommunurnar fara at missa í skattainntøkum, um so er, at býtið ímillum landsskatt og kommunuskatt verður broytt.