Skattalætti og onnur gjøld til sjómenn

   

Ellintur M. Abrahamsen
?????????????

Síðstu tíðina hevur aftur verið róð uppundir, at skattalættin til sjómenn skal burtur, ella í besta fall, so skal loftið fyri skattafrádráttinum lækka.
Tað verður tosað sum um, at tað føroyska sjófólkið hevur ov góðar sømdir. Sjálvt høgt standandi danskir politikarar halda seg framat og rópa upp um, at annaðhvørt skal skattalættin burtur, ella skal blokkurin skerjast.
Tá tað manglaði pening-ur í barnsburðargrunninum, so varð beinavegin havt á lofti, at útgjaldið skuldi skerjast, og tað loftið, sum er, skal lækkast.
At lækka útgjaldið, sum sjómenn fáa úr ALS, verður ikki rópt so nógv um, men tað er av tí einføldu orsøk, at har betala sjófólk bert inn til ALS, men fáa at kalla einki út úr ALS. Ikki tí at lógin forðar teimum fyri at fáa úr ALS, tá støðan er tann, at skipið, teir sigla við, liggur vegna eitthvørt, tað veri seg brek ella eina longri umvæling/nútímansgering, og reiðarin tí við fullum rætti kann vátta, at hann einki arbeiði hevur til arbeiðsleysa sjófólkið. Nei, tað er meirilutin í stýrinum fyri ALS, sum hevur tikið tað støðu, at fiskimenn ikki skulu fáa úr kassanum. Sjálvur Hægstirættur hevur sagt, at stýrið fyri ALS eftir lógini kundi havt tikið ta mótsettu støðuna, t.v.s. sagt, at fiskimenn hava rætt til at fáa útgjald frá ALS.
Staðfestast má, at fiskimenn og teir, sum teir umboða, eru teir minni mentu, tá teir hava brúk fyri at fáa pening úr einum grunni, sum teir hava goldið til í dýrum dómi.
Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað er rímiligt og rætt, at sjófólk ikki rinda skatt av allari sínari inntøku. Svarið vil helst bera brá av, hvørja borg ein skal verja. Tað kemst ikki uttanum, at sjófólk ikki hava somu møguleikar at brúka teir møguleikar, sum fólk á landi hava, t.d. eftirútbúgvingar, sum eru í skúlunum um kvøldið. Sjófólkið hevur heldur ikki møguleikar til at brúka so nógv av øðrum tilboðum, sum eru av bæði einum og øðrum, og ikki minst, tann missur sum sjófólk hava við ikki at vera heima hjá familjuni.
Tað verður sagt, at ein, sum hevur fortjent yvir 300.000, 400.000 ella 500.000 krónur, hann hevur ikki skattalættan fyri neyðini. Tað kann gott vera, at tað er rætt. Tey, sum halda tað, kunnu seta roknistykkið upp sjálvi. Skattaskipanin er soleiðis samansett, at tann sum fortjenar meira enn bæði 300.000, 400.000. ella 500.000 kr., hann rindar sín bróðurpart av skatti til húsarhaldið Føroyar.
Bert tað, at ein sjómaður, sum sleppur lættari í skatti, hevur betri møguleika fyri at vera meira heima, ger, at skattalætti til sjófólk er rættur.
Eg haldi tveir grundleggjandi skeivleikar vera í skattalætta til sjófólk og teir eru:
1At skattalættin ikki er galdandi fyri øll sjófólk.
2At ein føroyingur, sum siglir við einum fremmandum skipi, fær størri skattalætta enn ein før-oyingur, sum siglir við einum føroyskum skipi.

Danskir politikarar hótta við, at verður skattalættin ikki avtikin, so skal blokkurin lækkast.
Víst verður á, at tað kann ikki vera rætt, at føroyskir fiskimenn skulu vera skattliga betur fyri enn danskir fiskimenn, og Føroyar samstundis fáa blokkstuðul úr danska ríkiskassanum. Til tað er bert at siga, at tá ein danskur politikari úttalar seg soleiðis, so má hann annaðhvørt vita ov lítið um skattaviðurskiftir hjá donskum sjófólki, ella má hann halda, at føroyingar onki vita um skattaviðurskiftini hjá donskum sjófólki, tí annars hevði hann ikki komið við sovorðnum møsni.
Við atliti til fiskimenn, so er tað kanska rætt, at føroyskir fiskimenn rinda minni skatti enn danskir fiskimenn. Hinvegin, um vit framvegis halda okkum til fiskimenn, so eru teir donsku fiskimenninir nógv betur fyri við at fáa úr arbeiðsloysiskassanum, enn hvat føroyskir fiskimenn eru.
Við atliti til handils-flotan, so vera skipari og manning á føroyskum handilsskipum skattaðir av 85% av teirra inntøku, meðan skipari og manning á donskum handilsskipum, sum eru skrásett undir DIS, ongan skatt rinda. Hesir somu eru kappingarneytar hjá føroyskum reiðaríum. Tað visti danski fólkatingslimurin kanska heldur ikki.
Niðurstøðan má tí vera, at ræðumyndin, at seta skattalættan hjá sjófólki upp ímóti blokkinum, kann ikki viga tungt. Tí skal tað vera mín áheitan á Føroya Løgting: Latið Fólkatingið lækka blokkin, áðrenn Føroya Løgting lækkar loftið fyri skattalætta og harvið hækkar skattin hjá føroyskum sjófólki!
Tá tosað verður um at lækka loftið fyri útgjaldið úr barnsburðargrunninum, so kann tað bert verða rætt, um loftið fyri inngjaldi eisini verður lækkað. Eg ivist onga løtu í, at flestu av teimum, sum eiga rætt til t.d. 35.000 úr barnsburðargrunninum, hava goldið lutfallsliga meir inn í grunnin enn tey, sum hava fingið útgoldið t.d. 20.000 kr. úr grunninum. Tí eiga tølini at verða kannað, áðrenn og um loftið fyri útgjaldinum úr barnsburðargrunninum verður lækkað, og síðan gera loft í fyri ingjaldið, so tað er samsvar millum inngjald og útgjald.
Eg veit gott, at hetta er ikki serliga samhaldsfast, men mær tykir, at tað er neyðugt at vísa á hetta, fyri at fáa tey, sum altíð fáa út í mun til tað, sum tey rinda inn, at síggja, at tær hægru inntøkurnar í flestu førum gjalda munandi meir inn í skipanina enn tær fáa útaftur.