Fyri at verja fronsk arbeiðspláss hevur franska stjórnin gjørt av at lova skattalættar til fyritøkur, sum ikki flyta framleiðsluna til onnur lond, har lønin er lægri.
Heimasíðan hjá Business-Line skrivar, at franska stjórnin vónar, at eitt lyfti um skattalættar upp á 750.000 krónur yvir trý ár fer at fáa fyritøkurnar at støðast í landinum.
Franska stjórnin ætlar eisini at bjóða fyritøkum, sum longu eru farnar av landinum, ein niðurskurð í sosialum gjøldum til tess at fáa tær at tekkjast heimlandinum aftur.
Business-Line skrivar, at uppskotið fer at kosta 7,5 milliardir krónur í 2005.