Skattalættin ? eitt vælferðarherðaklapp til tey háløntu

Viðmerking til uppskot til skattalætta

Viðv. uppskoti nr. 66 um skattalætta, sum landsstýrismaður Karstin Hansen, vegna Føroya Landsstýri legði fyri løgtingi hin 19. februar 2003.
Uppskotið hevur heitið:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin ? skattalætti).
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður frá landsstýrisins síðu sagt, at »lógaruppskotið verður ikki mett at hava nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, men uppskotið vil lætta um hjá serliga miðalinntøkunum í 2003, og hjá bæði lág- og miðalinntøkunum í 2004«.
Karsten Hansen, lands-stýrismaður, segði somuleiðis við blaðið Fregnir 21. til 27. februar 2003, á forsíðuni at »Tá vit gera slíkar broytingar, so fara øll at merkja lættan. Men lættin vendir sosialt rætt, soleiðis at tað eru lág- og miðalinn-tøkurnar, sum fáa mest burturúr«.
Hesar viðmerkingar landsstýrisins og viðmerkingarnar hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni viðvíkjandi ætlaðu skattalættunum í 2003 og 2004 eru ikki í trá við fylgiskjøl 1, 2 og 3 til nevnda skattauppskot landsstýrisins, har skattalættin verður roknaður út fyri ymsar inntøkubólkar, tað veri seg lág-, miðal- og háinntøkur.
Fólk, ið hava miðalinntøku, og fólk, ið hava inntøku omanfyri 1/2 mió. kr. árliga fáa nevniliga eins stóran skattalætta í 2003, skattalættin er 2.350 kr. árliga. Inntøkur, ið liggja ímillum 160.000 kr. árliga og 530.000 kr. árliga fáa júst sama skattalætta, nevniliga 2.350 kr. árliga, meðan láginntøkur, ið liggja millum 21.000 kr. og 60.000 kr. als ongan skattalætta fáa í 2003 (skattalætti = 0 kr.). Av hesum sæst, at miðalinntøkur og háinntøk-ur fáa skattalætta í 2003, meðan láginntøkur als ongan skattalætta fáa.
Tá sagt verður, at upp-skot landsstýrisins vil lætta um hjá bæði lág- og miðalinntøkum í 2004, er hetta reingjan av veruleikanum, ella í besta føri einans hálvur sannleiki. Fylgiskjal nr. 2 til skattauppskotið vísir greitt, at serliga fólk, ið hava háinntøkur ? t.v.s. inntøkur omanfyri 1/2 mió. kr. árliga fáa nógv størsta skattalættan. Tey, ið hava inntøku, ið er 570.000 kr. um árið fáa nevniliga skattalætta, ið er 6.310 kr. frá 2003 til 2004. Meðan fólk, ið hava miðalinntøku, ið er 200.000 kr. um árið fáa 2.6120 frá 2003 til 2004. Fólk, ið eru láglønt ? t.v.s. hava inntøku, ið er millum 25.000 kr. árliga og 160.000 kr. árliga, fáa skattalætta, ið liggur ímillum 310 kr. og 910 kr. frá 2003 til 2004.
Uppskot landsstýrisins vísir greitt, at serliga fólk, ið hava høgar inntøkur ? t.v.s. tey, ið hava inntøku omanfyri 1/2 mió. kr. árliga, fáa nógv størstan skattalætta sambært fyriliggjandi uppskoti.
Fólk, ið hava ávikavist høga inntøku, miðalinntøku ella lága inntøku fáa sambært uppskoti landsstýrisins niðanfyrinevndu skattalættar í krónum í 2004 og árini frameftir.

DØMI frá fylgiskjali 3:
Tey, ið vinna 530.000 kr. um árið (háinntøka) fáa: 8.260 kr. í skattalætta í 2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 250.000 kr. um árið (miðalinntøka) fáa 5.460 kr. í skattalætta í 2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 200.000 kr. um árið (miðalinntøka) fáa 4.960 kr. í skattalætta í 2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 150.000 kr. um árið (láinntøka) fáa 1.860 kr. í skattalætta í 2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 100.000 kr. um árið (láinntøka) fáa 1.460 kr .í skattalætta í 2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 50.000 kr. um árið (láinntøka) fáa 560 kr. í skattalætta í 2004 og árini frameftir.

Viðmerkjast skal somuleiðis, at fyritíðarpensiónistar/avlamispensiónistar, ið fáa lægstu fyritíðarpensión fáa 66.516 í pensión um árið (láinntøka). Hesir pensiónistar fáa 1.292 kr. í skattalætta í 2004 og árini frameftir, sambært fyriliggjandi skattauppskoti.
Staðfestast má, at uppskot landsstýrisins gevur skattalættar til háinntøkur og í minni mun til miðalinntøkur í 2004 og árini frameftir, meðan skattalættin til láinntøkur er lítil og ongin í 2004 og árini frameftir.
Tølini tala fyri seg. Uppskot landsstýrisins vísir, at skattalættin fer til háinntøkubólkar og vendir skattalættin sostatt sosialt skeivt og ikki sosialt rætt sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum vil vera við í blaðnum Fregnir 21. til 27. februar 2003. Eftir er bert at vóna, at løgtingslimir rakna við og broyta skattauppskotið soleiðis, at tað í verki verður í trá við fráboðaðu ætlanina við skattalættanum, nevniliga at tað verða tey lágløntu og tey við miðal inntøku, ið fáa tiltrongdan skattalætta. Tað sigur seg sjálvt, at láglønt, ið vinna minni enn 150.000 kr. um árið hava serstakligan tørv á skattalætta. Tað átti at verið sjálvsagt, at fólk, ið vinna 1/2 mió. kr. ella meira um árið ikki hava tørv á peningaligum lætta (skattalætta) frá tí almenna. Sum er hava persónar, ið hava inntøku, ið er 500.000 kr. um árið, 252.680 kr. um árið ella 21.056 kr. um mánaðin til avlops eftir at skattur er goldin. Og røkkur henda upphædd ivaleyst til lívsins uppihald umframt til marglætisnýtslu v.m.
Meðan fólk, ið vinna 150.000 kr. um árið einans hava 102.180 kr. um árið ella 8.515 kr. um mánaðin til avlops eftir at skattur er goldin og røkkur slík upphædd neyvan til lívsins uppihald ? t.v.s. vanligt/ neyðugt forbrúk.
Vert er at nevna, at Herman Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovu Føroya, tveir dagar eftir at uppskot landsstýrisins varð lagt fyri løgtingið, nevndi í fjølmiðlunum, at skattalætti landsstýrisins var eitt »vælferðarherðaklapp til størri forbrúk«. Hann nevndi onki um, hvør bólkur í samfelagnum skal hava hetta vælferðarherðaklapp til størri forbrúk.
Vónandi og væntandi verður skattastigin broyttur, soleiðis at tað veruliga verða tey lágløntu, sum í alstóran mun hava brúk fyri meiri peningi at lívbjarga sær við (til mat, klæðir, olju, el og bústað), vera tey, ið fáa lovaðan og hart tiltrongdan skattalætta og harvið eitt »vælferðarherðaklapp til vanligt/ neyðugt forbrúk«.