Skatturin hjá fólki við lágum og miðalinntøkum skal lækkast.
Tað vóru allir teir politisku flokkarnir samdir um á pallborðsfundi hjá Starvsmannafelagnum leygardagin.
Starvsmannafelagið sigur í tíðindaskrivi í dag, at lyftini um skattalætta til limirnar í Starvsmannafelagnum trutu ikki.
Men semja var ikki um, hvussu ein skattalætti skuldi veitast, og nær tað skal vera.
- Í samgonguni sást ikki nøkur semja um, hvussu ein skattalætti kundi innførast, sigur Starvsmannafelagnið
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, helt, at nú vóru tað kommunurnar, sum skuldi veita skattalætta, samstundis sum fleiri nýtslugjøld skuldi leggjast á borgaran.
Men hann ivaðist í, um nakað varð gjørt fyri løgtingsvalið. Men hann róði eisini framundir, at skattapolitikkur kundi gerast ein partur av samráðingunum millum fíggjarmálaráðið og fakfeløgini.
Jenis av Rana vónar, at geva lág- og miðalinntøkunum ein skattalætta, áðrenn samgongan leggur frá sær.
Men tað verður ikki flatur skattur, sum mundi kostað miðflokkinum lívið, segði hann.
Hann sipaði til, at teir báðir tingmenninir vóru so ósamdir um flatskattin, at flokkurin mundi farið í tvíningar.
Formenninir í teimum báðum stóru andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, vístu báðir á, at søla av tilfeinginum eigur at brúkast til at lækka skattin á lág- og miðalinntøkunum.
- Í dag liggur øll fígging av vælferðini á arbeiðarafjøldini. Skattaskipanin eigur at vera broytt, so skattur ikki bara verður lagdur á lønir. Eitt nú eigur skattur at vera lagdur á tey, sum fáa tilfeingið og tey, sum dálka, segði Høgni Hoydal.
Starvsmannafelagið sigur, at Aksel Johannesen úr Javnaðarflokkinum vísti á, at parturin av bruttutjóðarúrtøkuni, sum fer til lønir, er minkað út 74 prosentum niður í 63 prosent í hesum valskeiðnum.
Hann helt, at hesi tølini vístu, hvussu ójavnin var vaksin.
Ítøkiliga uppskotið hjá javnaðarformanninum var, at vit skulu selja fiskirættindi, og so skulu inntøkurnar fara beinleiðis til skattalættar til lág- og miðalinntøkurnar.
Jørgen Niclasen skilir ikki tað, andstøðan førir fram, tí hann sigur, at føroyska samfelagið er eitt tað javnasta samfelagið av øllum.