Í dag klokkan 13 verður tingfundur, har málið um skattalættan verður lagt fram. Ein skattalætti, sum er galdandi frá 1. januar komandi.
Enn er lítið komið út um smálutirnar í skattalættanum. Men sum skilst verður tað ein skattalætti, sum munar hjá lønarbólkum sum liggja upp ímóti 36.000 til 38.000 krónur.
Tá skattalætti verður latin, so er trupult at røkka teimum lægstu inntøkunum, tí tey gjalda framman undan so lítið í landsskatti. Tí verður ein partur latin sum stuðul til teirra, sum hava so lága inntøku, at tey ikki fáa lut í skattalættanum.
Tey við teimum hægru inntøkunum fáa ikki lut í skattalættanum.
##med2##
Skattalættin kostar nógvar pengar, sum skulu fáast inn við avgjøldum á olju, bensin og tungolju, sum gevur fólki eyka útreiðslur, men tað verður framvegis ein munandi lætti, verður sagt. Sum skilst verður eisini nortið við frádráttin, sum fólk fáa fyri at arbeiða uttanlands og við sjómannafrádráttin.
Men alt hetta vita vit meira um eftir klokkan 15, tá tíðindafundur verður í Tinganesi.