Skattamálið latið Fíggjarmálaráðnum

Nú er Bárður Larsen liðugur.

Fyrr í ár setti Fíggjarmálaráðið Bárð Larsen, jurist, at kanna skattamálið hjá Eik. Hansara leiklutur hevur verið bæði at kanna handfaringina av málinum hjá Taks, og samstundis at kanna, um málið eigur at fara víðari til fúta. 

Í gjár lat Bárður Larsen frágreiðing sína til Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at eftir tey hava havt høvið at seta seg inn í frágreiðingina, verður eisini møguligt hjá almenninginum at síggja tað, sum bráðfeingisstjórin á Taks, Bárður Larsen, kom til. 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, segði við Kringvarpið í seinnu sendingini um skattamálið, at kemur Bárður Larsen eftir, at Eik banki - nú Betri Banki - ikki lat nøktandi upplýsingar inn til Taks, verður málið latið fútanum.