Løgtingsval
Skattastigin skal broytast, so hann stendur í lutfall til tað, hann var, tá broytt varð seinast, sigur Ingi Olsen, sum er uppstillaður til løgtingsvalið á fólkaflokslistanum í Norðurstreymoy.
?Tað er ikki rætt, at ein inntøka upp á hálvtannaðhundraðtúsund krónur skal roknast sum ein háinntøka og verða skattað sum sovorðin, sigur hann. Tað stendur ikki mát við veruleikan, vísir hann á.
Ingi Olsen er 33 ára gamal. Arbeiðir í Føroya Banka í Vestmanna og í Vágum, har vit hitta hann í bankanum í Miðvági.
Maðurin er kendur hondbóltspælari og ein av berandi kreftunum á fyrsta mansliði hjá VÍF mongu seinnu árini umframt eisini á landsliðnum.
?Sum bankamaður, sigur hann, dugir ein at síggja tað órímiliga í, at skattastigin er, sum hann er.
Tað er heilt greitt, at tað er torførari hjá einum, sum hevur eina vanliga arbeiðsmannløn, at fáa sømdir, enn hjá einum, sum hevur eina fasta, og ofta hægri, løn. Og tað botnar so aftur í, at tað verður ov lítið eftir hjá tí, sum hevur lægru lønina, sum kortini verður skattað sum ein toppløn.
?Tað er eingin ivi um, at vit eiga at broyta skattastigan soleiðis, at inntøkan ikki verður toppskattað, fyrr enn hon er komin á eina hædd, sum í lutfallið svarar til tað, toppurin var, tá stigin varð broyttur seinast.
Skal geva avkast
Ingi Olsen heldur, at tað eru ov nógvir almennir stovnar og grunnar, sum kappast á ólika føti við privat feløg av sama slagi.
Eitt nú nevnir hann Íleggingargrunnin (60 millióna grunnin) og Húsalánsgrunnin, sum báðir læna pengar út í kapping við peningastovnarnar.
Men teir kappast ikki á handilsligum grundarlagi, fýlist hann á. Tað skuldi verið kravt av teimum, at teir geva eitt avkast, sum í minsta lagi skal vera tað sama, sum fæst frá líknandi privatum fyritøkum, sigur hann.
Hann vísir til ymisk almenn partafeløg, sum eftir hansara tykki leggja ov lítið aftur til eigaran, sum er landskassin. Viðhvørt umvegis ymsar grunnar.
?Tað eru bara Føroya Banki, og so nú eisini Føroya Tele, sum geva nakað avkast yvirhøvur, sigur hann. Og tað eigur at verða broytt, so treytir verða lagdar á hear fyritøkurnar, at tær geva nakað aftur fyri pengarnar, tær fáa.
Hann heldur, at tað er rætt at privatisera so nógvar almennar fyritøkur, sum vit kunnu.
Ingi Olsen heldur ikki, at tað almenna skal liggja og blanda seg upp í arbeiðsmarknaðarmál.
Gjørdar eiga at verða rammulógir, sum arbeiðsmarknaðurin so heldur seg innanfyri. Soleiðis kann vinnulívið eisini kenna seg tryggari, tá tað fær frið at arbeiða.
?At tað almenna leggur upp í ítøkilig mál, eigur ikki at koma fyri, sigur hann. Tað skulu partarnir sjálvir avgreiða.
Pensión
Pensiónsmálið er tungt at syfta, heldur Ingi Olsen. Nóvir hava roynt, og nógvar eru hugsaninar um, hvussu tað skal gerast. Men stríggið er. Og púra vist er, at tað tekur ár at gjøgnumføra eina pensiónslóg.
Ingi Olsen vísir á, at tað verða alt færri fólk at gjalda eina pensíonsskipan. Meðalaldurin hækkar, og fleiri pensionistar vera tí, samstundis unga fólkið lærir longri og byrjar seinni at vinna pening til at gjalda í pensiónskassar.
Tí heldur Ingi Olsen, at rætta loysnin er, at hvør rindar til sína egnu skipan. Eina privata tryggingarskipan.
Hann ásannar tó, at neyðugt verður hjá tí almenna at hava eina almenna fólkapensión. Tí tað verða altíð nøkur, sum ikki hava privatar skipanir, og tey skulu sjálvandi eisini upp í part, tá teirra tíð kemur.
Samferðslan
Ungi fólkafloksmaðurin í Norðurstreymoy, sum hevur havt sæti rímiliga regluliga á tingi seinnu helvt av seinasta valskeiði, heldur, at ikki er ráðiligt at lova ov nógv.
Heldur vil hann vísa á ymiskt, sitandi samgonga hevur gjørt, og sigur, at tá hann kemur aftur á ting, heldur hann ikki vera fyri neyðini at broyta kós men arbeiða eftir sama leisti, sum higartil.
Eitt nú innan samferðsluna, vísir hann á. Tvær ferjur hevur samgongan fingið hesi árini. Teistin er farin at sigla, og Smyril er í gerð.
Eisini er lóg komin, sum tryggjar, at kommunur, sum hava ferjulegur, ið verða niðurlagdar, fáa endurgjald fyri hesar. Her hugsar í fyrsta lagi um Vestmanna. Og seinni verður Leirvík eisini aktuell, tá undirsjóvartunnilin kemur har.
Men skal Vestmann verða lív lagað í framtíðini, má ferðslan leggjast um, og eitt hol gerast at koyra ígjøgnum, sigur hann. Tað kann henda, at tað verður ikki sami regularitetur á Vestmannavegnum alt árið, sum tað er nú, flogrutan dagliga koyrir har, óttast hann fyri. Vestmann fer at liggja sum ein blindtarmur, og tá er skjótt at verða buturgloymdur eina løtu.
Vallyfti
Annars heldur Ingi Olsen ikki, at tað er so øgiliga skilagott at geva nogv og dýr vallyfti. Hendan egningin, sum er upp undir val, man ikki geva tað stóra.
Uttan í mongum førum ein trupulleika at greiða frá, tá fýra ár eru farin hvat varð av øllum lyftunum, givin vórðu.
?Soleiðis vænti eg, at Javnaðarflokkurin fer at hava tað, tá næsta valskeið er av, um teir koma í samgongu.
Og júst her er tað, alt botnar. Tú kanst lova í eyst og vest, men tað ræður rættiliga nógv um, hvørjum tú kemur í samgongu við, um tú fært nakað gjøgnumført av øllum tí, tú hevur lovað.
?Eg meti sjálvur, at tað er rættast at hyggja at, hvat gjørt er undanfarin ár og vísa á tað. Tí í sama anda fara vit at arbeiða víðari, sigur Ingi Olsen, fólkafloksvalevni í Norðurstreymoy.