Skattur og stjórnarskipan

Hvat er skattur, og fløkist valdsbýtið, um løgtingið skal velja nevndina í Landsbankanum?

Í tí nýggja Jólaálitinum um nýggja stjórnarskipan eru fleiri kritiskar viðmerkingar, og m.o. er Bárður Nielsen ein teirra, sum setir spurnartekn við ymisk fíggjarlig viðurskifti í uppskotinum til stjórnarskipan

POLITIKKUR



Mánadagin varð álitið um nýggja stjórnarskipanarlóg handað løgmanni. Talan er um tað sokallaða Jólaálitið, sum er uppskot um, hvussu Føroyar kunnu stjórnast í framtíðini, sagt verður m.a. í álitinum, at “henda stjórnarskipan er fram um lógir”.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>



Eitt sindur av kjaki hevur longu staðist av hesi orðing, og í Jólaálitinum eru eisini fleiri minnilutaviðmerkingar, sum kritiskt viðgera uppskotið til nýggja stjórnarskipan. Tríggjar av hesum viðmerkingum vórðu umrøddar í blaðnum í gjár.<o:p></o:p>



Ein annar av hesum viðmerkjarum er Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og nevndarlimur í Stjórnarskipanarnevndini. <o:p></o:p>



Eins og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, staðfestir Bárður Nielsen m.a., at fløkjur í valdsbýtinum millum løgting og landsstýri kunnu standast av hesi nýggju stjórnarskipanini. <o:p></o:p>



“Í uppskotinum eru ásetingar sum eru ivasamar í mun til valdstríbýtið í galdandi grundlóg. Staðfestast kann ikki um ætlanin er, at Grundlógin skal verða galdandi saman við Stjórnarskipanini”, metir Bárður Nielsen. <o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Hvat er skattur?<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Eisini eftirlýsir fíggjarmálaráðharrin allýsingar ella definitiónir av hugtøkum. M.a. allýsingar av skatti, har hann t.d. sipar til § 65 í uppskotinum til stjórnarskipan, sum sigur, at eingin skattur skal líknast á uttan við lóg. Tó kunnu kommunur líkna skatt á við heimild í lóg. Hetta fer ikki aftur við borðinum hjá Bárði Nielsen: “Tað er neyðugt, at ein greið viðtøka fæst av hugtakinum skatti og meginregluni um, at eingin skattur skal líknast á uttan við lóg. Her verður t.d. hugsað um gjald til ALS og sjúkrakassar.<o:p></o:p>



Skattur kann ikki líknast á við afturvirkni. – Hvat skilst við orðinum líkna í mun til álagdur í § 41 í SSL, tað kann gerast ein trupulleiki við týdningum, sum hann verður nýttur í dag í skattahøpi. Tá hevði t.d. ikki verið møguligt at broytt líkningina hjá persóni sum ikki hevur givið alla inntøku upp. Merkir skattur bæði beinleiðis og óbeinleiðis skattur?”, spyr fíggjarmálaráðharrin. <o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Landsbankin<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Í § 72 stk. 2 í uppskotinum til stjórnarskipan stendur m.a., at løgtingið triðja hvørt eftir tilmæli frá løgmanni skal velja nevnd Landsbankans. Enn einaferð metir Bárður Nielsen, at fløkja er komin í valdsbýtið millum løgting og landsstýri. “Her verður mett at verða í stríð við tríbýtta valdsbýtið, eftirsum løgtingið partvís fær fyrisitingarligan myndugleika yvir málsøkjum, sum ikki verða latin landsstýrinum. Eisini verður spurningur reistur, um Landsbankin, sum virksemi ella stovnur, eigur at verða ásettur í lógini. Hvørji fíggjar- og búskaparmálverður hugsað um, at Landsbankin skal umsita?”, skrivar Bárður Nielsen.<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



<o:p> </o:p>



MYNDATEKSTUR<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Í uppskotinum til stjórnarskipan eru ásetingar, sum eru ivasamar í mun til valdstríbýtið í galdandi grundlóg, heldur Bárður Nielsen<o:p></o:p>