Skatturin í Havn lækkar á nýggjárinum

Sjálvt um Tjóðveldi sum einasti flokkur hevur boðað frá, at skatturin í Havn ikki skal lækka, so lækkar skatturin í minsta lagið 0,75 prosent – hóast Tjóðveldi hevur buktina og báðar endarnar í nýggju samgonguni í Tórshavnar býráð.

 

– Vit hava lovað, at skatturin skal lækka. Og vit halda tað, sum vit lova.

 

Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin og limur í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráð.

 

Tróndur Sigurðsson dylir ikki fyri, at hann er sera knottin inn á Fólkaflokkin, sum framdi kvett ímóti Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum við at bróta eina skrivliga avtalu um samstarv í býráðnum næstu fýra árini.

 

Men Javnaðarflokkurin hevur fram til nýggjárs meirilutan í Tórshavnar býráð. Tí er tað Javnaðarflokkurin, sum einsamallur kann gera av, hvussu nógv havnarborgarar skulu gjalda í kommunuskatti næsta ár.

 

Og tað sum lá í kortinum er, eins og Sjúrður Olsen sigur í aðrari grein her á in.fo, at skatturin skal lækka 0,75 prosent úr 19,75 niður í 19 prosent. Sjúrður Olsen sigur, hann kundi hugsað sær at lækka skattin enn meira, fyri at halda vallyftið hjá Fólkaflokkinum um lægri skatt – eitt lyfti, sum hann sigur at Bogi Andreasen og Annika Olsen longu hava brotið.

 

– Vit fara nú at seta okkum saman at tosa um fíggjarætlanina. Vit skulu samtykkja hana áðrenn 1. desember, og hon kemur í gildi 1. janaur komandi, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Samgongan, sum enn situr í Tórshavnar býráð, hevur 10 býráðslimir. Bogi Andreasen er einasti úr gomlu samgonguni, sum er partur av nýggju samgonguni, saman við Jákupi Dam og Marin Katrinu Frýdal.

 

Gamla samgongan hevur tí breiðan meiriluta og kann tí gera fíggjarætlan sum hon vil.