Havnarborgarar skulu rinda eitt hálvt prosent minni í skatti næsta ár
Fíggjarætlanin fyri 2016 er til viðgerðar á býráðsfundi í Havn í kvøld. Semja er í býráðnum um, at skattaprosentið í 2016 lækkar úr 20,25 prosentum til 19,75 prosent.
Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 krónur um árið.