Skeið um demens á Hotel Hafnia

Kenda danska kvinnan á økinum, Jane Verity, sum býr í Australiu, fer at halda fyrilestrar og greiða frá um, hvussu fólk, sum arbeiða við dementum, kunnu verða við til at skapa sjúklingum eina betri tilveru

Demens

Alzheimerfelagið fer nú saman við øðrum at skipa fyri skeiði fyri fólki, sum arbeiða við dementum og røktarsjúklingum annars.
Skeiðið verður 1. og 2. juni á Hotel Hafnia, og tað verður kenda danska kvinnan á økinum, Jane Verity, sum fer at halda fyrilestrar og greiða frá.

"Livsgnisten"
Í greinum í donskum bløðum verður Jane nevnd "senilitets-konsulentur", og onkur av yvirskriftunum í bløðunum sigur, at Jane Verity "gi?r demente livsgnisten igen?"
Síðan 1987 hevur hon búð í Australiu, har hon hevur ferðast og hildið skeið um dement. Hon hevur eisini ferðast í øðrum londum ? og nú kemur hon so til Føroya.

Lívsstílur
Jane Verity hevur líka sum gjørt tað til sín "lívsstíl" at kunna fólk, sum arbeiða við dementum, um sjúkuna.
Luttøkugjaldið til skeiðið á Hotel Hafnia er kr. 2000, sum fevnir um tveir skeiðsdagar við vistarhaldi, sum er mongunmatur, døgurði og kaffi.
Dagin eftir, at skeiðið er liðugt, verður almennur fundur um evnið, demens.

Kunning
Tey, sum vilja vita meira um skeiðið, kunnu venda sær til Sigrún Mohr, formann í Alzheimerfelagnum ella Margaret Johannesen, sum hevur holla vitan um demens og ferðast kring um landið at greiða frá um sjúkuna.