Føroya Sparikassi og Reveal International fara nú í samstarvi at skipa fyri eini skeiðrøð á høgum stigi, til gagns fyri vinnulívið. Hendan skeiðrøðin fer at bera heitið INNLIT.
Tað fyrsta skeiðið verður hildið 8. og 9. mars 2001 og fer at fevna um kolvetnisídnaðin. Hetta skeið er ætlað leiðarum og starvsfólki á virkjum, sum kunnu hava fyrimun av eini nágreiniligari fatan av kolvetnisleiting, boring og útvinning.
Skeiðið verður hildið á enskum, og fyrilestrahaldarar verða Tom Jones, BA,ACTS og Eric Hughes, BSc. Hesir báðir hava arbeitt sum toppleiðarar innan kolvetnisídnaðin og hava sostatt holla vitan og royndir á hesum øki.
Meiri fæst at vita á heimasíðunum www.sparikassin.fo og www.reveal.fo
Siga Føroya Sparikassi go REaveal International í tíðindaskrivi.