Skeið í íverksetan

Í verksetarahúsið í Klaksvík hevur havt trý fullteknaði íverksetaraskeið, síðani húsið lat upp 15. januar í ár, og nú er eitt fjórða skeið á veg Skeiðini eru sjálvandi fyri tey, sum umhugsa at byrja á egnum beinum, hava ítøkiligar ætlanir um tað ella júst eru farin í gongd. Leiðarin í Íverksetarhúsinum og skeiðsleiðari, Rani Nolsøe, sigur, at at endamálið við skeiðinum er at brynja luttakararnar til at taka røttu avgerðirnar.

- Soleiðis sæð er endamálið at geva íverksetunum ta neyðugu vitanina og styrkina í netverkinum við hinar luttakararnar, sum arbeiða við somu avbjóðingunm, sigur Rani Nolsøe.

Skeiðið skal vera við til at styrkja fortreytirnar at skriva eina góða virkisætlan, har ljós verður sett á týðandi evni sum fíggjarætlan, marknarviðurskifti, persónliga avkláring, og tað at mennast sum íverksetari við ráðgeving og luttøku í einum netverki fyri íverksetarar. Eisini ber til at hitta royndar íverksetarar og vinnulívsfólk , sum greiða frá teirra royndum úr veruliga íverksetaralívinum. Meiri fæst at vita á www.is.fo.