Skeið at minka um royking

Tað var Fólkaheilsuráðið, sum skipaði fyri skeiðnum, har lærarar, heilsustarvsfólk og ungdómsleiðarar vórðu bodnir á skeið. Á skeiðnum vóru 11 luttakarar.

Millum nógv átøk, sum Fólkaheilsuráðið ger fyri at minka um roykingina, hevur verið skipað fyri skeiði hósdagin og fríggjadagin í Havnini. Tað var Fólkaheilsuráðið, sum skipaði fyri skeiðnum, har lærarar, heilsustarvsfólk og ungdómsleiðarar vórðu bodnir á skeið. Á skeiðnum vóru 11 luttakarar.

 

Lars Marcelin Nielsen, sum var skeiðshaldari, er sálarfrøðingur; hann arbeiðir dagliga hjá »Kræftens Bekæmpelse« í Keypmannahavn. Lars hevur verið við í skeiðsvirksemi uttanfyri Danmark, har skipað hevur verið fyri skeiðum millum annað í Grønlandi.

 

Hetta er fyrstu ferð, at skeiðið er hildið í Føroyum. Skeiðið gevur teimum, ið tóku lut, førleikan til at vera roykiráðgevarar hjá ungum.