Skeinkiloyvi ella skúlalækni

....

Seinastu mánaðirnar hava ávísir fjølmiðlar, uttan iva av eggjaðir av áhugamálum, tugt og tannlað málið um rúsdrekkaloyvir í Havnini, sum um hetta var størsta álvarsmál at loysa her á landi ? nú stutt áðrenn aldarskiftið. Aftur og aftur hava vit hoyrt um ynski býráðsins um fleiri skeinkiloyi, drúgv prát hava verið við Per og Pól um rættleikan av hesum, og skinið hevur ígjøgnum, at landsstýrismaðurin á økinum er illavorðin, tí hann ikki vil geva rúmari ræsur fyri hesum altoyðileggjandi eitrinum.

Eitt ár er liðið síðani táverandi skúlalæknin í Suðurstreymi boðaði frá, at hon nú fór at gevast í starvinum, og gav myndugleikunum (landsstýrinum, býráðnum og bygdaráðum) møguleika fyri at finna avloysara.

Síðani hesi boð bórust hevur verið friður, eisini í omanfyri nevndu fjølmiðlum, tó undantikið beint áðrenn jól, tá ein teirra viðgjørdi svar, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum gav undirritaða ? ein long undanførsla fyri at starvið ikki var sett. Eina endurgevan av svarinum góvu teir, men hvørki tá, áðrenn ella síðani, tykjast hesir maktfullu tíðindastovnar at hava mett hetta vandamál eins týdningarmikið sum rúsdrekkatørv teirra fáu ? hetta vandamál, at børnini í einum øki, sum fevnir um nærum helvtina av Føroyum, ikki fáa lut í tí fyribyrgjandi arbeiði, ið er lógarfest, og tí teirra rættur.

Í trý ár ? fyrst í 90unum ? vóru børnini í sama øki uttan skúlalækna. Tá spurt varð hví, vóru undanførslurnar mangar, men mest nýtta var, at ongin søkti. Hetta svarið varð givið aftur og aftur, uttan at man tó lýsti starvið leyst at søkja.

Beint áðrenn valið fyri 4 árum síðani skrivaði eg grein, har eg nýtti skúlalæknamálið sum dømi um, at tað loysir seg at stríðast fyri tí, tær tykir vera rætt. Eg vísti á, at undirritaði sum býráðslimur, bæði við at seta uppskot fram, og við at nýta mínar møguleikar annars í politiska arbeiðinum, hevði ávirkað landsstýrið til at søkja eftir skúlalækna til Suðurstreym. Úrslitið varð, at teir umsøkjarar vóru til starvið og annar varð settur.

Tíverri hevur Miðflokkurin einki umboð í býráðnum, sum í dag kann tala søk barnanna, men vónandi fáa vit stuðul veljarans til, bæði á løgtingi og í landsstýri, at verja borg har garðurin er lægstur ? í hesum førinum hjá børnum okkara.


Jenis av Rana,

valevni fyri Miðflokkin