Pub og Kafé
TF.Thomsen er søguligt handilsvirki á Tvøroyri. Og mánadagin skriva tey enn eitt nýtt kapittul í teirra longu handilssøgu.
Mánadagin letur nevniliga pub og Kafé upp í gomlu krambúðini hjá Thomsen á Tvøroyri.
Hetta er ein ætlan, sum systkinini bæði, Thomas og Anna Kirsten Thomsen, hava arbeitt við leingi. Nú er so mat- og skeinkiloyvi og alt annað fingið í rættlag, soleiðis at tað er klárt at lata upp mánadagin.
Í tí sambandi verður móttøka fyri innbodnum mándagin frá klokkan 15-17 og aftaná verður so opið fyri almenninginum.
Hugnastað
Anna Kirsten Thomsen sigur, at ætlanin er, at hetta skal vera eitt hugnaligt stað, har tað skal bera til at seta seg eina løtu at fáa ein bita av onkrum og eina øl, ella eitt glas av víni afturvið.Tey hava eisini kaffi, te og kakur og so er eisini ætlanin at hava ymisk spøl, sum gestirnir kunnu hugna sær við. Ætlanin er eisini at hava tónleika-kafé av og á.
Hetta er ikki fyrstu ferð at tað verður skonkt í hesum gamla kongliga handlinum á Tvøroyri, tí tey høvdu eisini skeinkiloyvi frá 1861 til 1908.
Anna Kirsten Thomsen sigur, at hetta er fyrsta stigið í eini umfatandi ætlan við øllum bygningunum og økinum hjá Thomsen, sum umfatar bæði ungdómsklubba, mentanarhús, pub og Kafé og kanska eisini gistingarhús, matstovu og annað.
-? Allir bygningarnir eru friðaðir, so teir kunnu ikki broytast og tí er tað ógvuliga avmarka, hvat teir kunnu brúkast til. Eitt nú kunnu teir ikki brúkast til nakað serligt, vinnuligt virksemi, tí teir eru ikki innrættaðir til nýmótans arbeiðsamboð og av tí at tey eru friðað, kann onki broytast og eru tí ikki tíðarhóskandi til vanligt, vinnuligt virksemi, eitt nú ber ikki til at koyra vit trukkum inn í bygningarnar.
Konglig vitjan
Nakrir av fyrstu gestunum, tey hjá Thomsen fáa, verður týsdagin, tá ið Margretha, Drotning, og Heindrikkur, Prinsur, koma at vitjan.
Tey skulu nú ikki á pub, men tey eru áhugað at síggja gamla, kongliga handilin á Tvøroyri.
Og tað er ikki so løgið, tí har er nógv, forvitnsligt at síggja . Tað mann vera fáa staðni, at so nógv er varðveitt av øllum møguligum gomlum skjølum, bæði alt brævaskiftið frá 1856 til í dag, bæði í sambandi við handilin og privat brævaskifti, umframt dagbøkur frá átjanhundraðtalinum, umframt handilsbøkur og annað.
Saman við bygningunum er virksemið hjá Thomsen sostatt eitt umfatandi og virðismikið, søguligt savn, sum tey hjá Thomsen ætla skal gerast eitt livandi savn við teimum umvælingum, sum nú eru í umbúna tey næstu árini.