Skeiv adressa, Bjarni

Eftir at ein arbeiðsbólkur undir Fíggjarmálaráðnum herfyri lat úr hondum eitt álit um virksemið hjá Landsverk, er Bjarni Hammer, borgari á Tvøroyri, vorðin stúrin um trivnaðin hjá undirritaða, stjóra á Strandferðsluni, og er farin so langt sum at eftirlýsa meg.

 

Hóast eftirlýsingin undrar meg, kenni eg meg smikraðan av, at Bjarni er so umhugsin. Men tá ið eg so hinvegin skilji, at Bjarni er varaborgarstjóri á Tvøroyri, har ið eg arbeiði, undrar tað meg, at eg als ikki havi hoyrt um ella kenni til Bjarna.

 

Er Bjarni sum umboð kommununar so stúrin um mín trivnað, liggur væl ræði fyri at bjóða mær til ein drekkamunn hjá kommununi. Ella Bjarni legði sær leiðina framvið her í Sjógøtu, hann er so hjartans vælkomin.

 

Har kundi Bjarni lært nógv av øðrum býráðspolitikarum kring landið, sum taka sjónliga væl ímóti nýggjum fólkum og arbeiðsplássum.

 

Bjarni tykist heldur ikki rættliga gera sær far um, hvussu ein nútímans fyritøka virkar. Tað er møguligt, at stjórar á Tvøroyri í gomlum døgum altíð sótu á sínari skrivsstovu og arbeiddu, og tú sá, um skrivaraborðslampan var tendra ella ei. Men her kann eg heilsa og siga, at svá er ikki longur.

 

Tann uttan samanbering týdningarmiklasta uppgávan hjá einum stjóra í dag er at arbeiða strategiskt. Hvat merkir so tað? Jú, tú mást átaka tær nógvar alneyðugar útvendar uppgávur, sum skulu skapa fortreytir og karmar fyri fyritøkuna. Ikki minst, tá ið ein sum nýggjur skal seta síni egnu fingramerki á fyritøkuna frameftir.

 

Fyri mítt viðkomandi má eg bara sanna, at sat eg plantaður á mínum afturparti alla mína tíð á Tvøroyri, hevði eg skjótt verið koyrdur fastur. Hetta heilt einfalt tí at so nógv týdningarmikil markamót hjá Strandferðsluni liggja norðanfyri. Og trúgv tí ella ei, nøkur markamót eru enntá í útlandinum. Eisini skal Bjarni vita, at undirritaði ikki bert er stjóri fyri umsitingina, men so sanniliga eisini fyri allan raksturin kring landið.

 

Alt hetta kundi Bjarni frætt um, var hann komin at vitja meg onkran dagin, ið hann sá ljós uppi á hornakontórinum. Og gav Bjarni mær eitt stutt varsil, kund eg skjótt trummað leiðslubólkin saman og greitt frá alskyns áhugaverdum átøkum, ið vit hava tikist við síðsta árið.

 

At grenja um, at Smyril einki hevur fingið, ímeðan øll onnur fáa, er tekin um stóra óvitunheit. Fylgdi Bjarni bara tað allarminsta við, visti hann, at Smyril fekk 3,5 fólk aftrat síni manning, so hann nú altíð kann sigla óansæð hvíldarreglur. Smyril siglir nú eisini hvønn dag í árinum, og so er hospitalið, ið var nógv saknað í áravís, men ongan veg komið, loksins liðugt. Sama kann sigast um nýggju ferðaseðlaskipanina. Mundi hetta alt henda av sær sjálvum?

 

Bjarni hugleiðir um, hvussu gott tað var, at undanfarna leiðsla búði og treivst í oynni. Eg havi ikki so nógvar viðmerkingar til tað, annað enn at tann leiðslan er ikki meira. Men Strandferðslan skal sigla og koyra hvønn dag í árinum, og tað er vælsaktans tann viktigasta leiðsluuppgávan.

 

Avbjóðingarnar hetta seinasta árið hava ikki verið so fáar. Umdømið hjá fyritøkuni var fyri nærum óbøtandi skaða herfyri, og sjálvur havi eg pløtt meg ígjøgnum stakkar av málum, sum lógu og bíðaðu eftir, at onkur hættaði sær í holt við tey. Og tá kann tað væl vera líka mikið, um ein býr í oynni ella ikki.

 

Um eg ikki helt, at tað kanska vera at fara ov langt, so kundi eg freistast til at sagt, at tað kanska onkuntíð er ein fyrimunur ikki at búgva í oynni. Men lat tað fara.

 

Móttøkan hevur annars verið sera góð, og øll fólk, ið ein møtir, eru bæði blíð og fyrikomandi. Summi enntá so blíð, at ein er sloppin upp í part at spæla innandura fótbólt við Stórá. Ein kaffimunnur á kommunukontórinum tykist tó liggja á.

 

Hvørt Strandferðslan skal leggjast undir Landsverk, veit eg veruliga ikki – vit eru ikki eftirspurd, og tað er Vinnumálaráðið mær kunnugt heldur ikki. Tað er og verður ein politiskur spurningur, eins væl og tað var ein politiskur spurningur, tá umsitingin bleiv flutt til Suðuroyar. Men eitt veit eg; Um eg stútt og støðugt skuldi fyrihildið meg til allar møguligar útsagnir um samanlegging, útveiting, einskiljing og flyting, so var ikki nógv tíð eftir til at gera dagligt og framrætta arbeiði fyri fyritøkuna. Og tað er nú einaferð tað, ið eg eri settur til at gera.