– Allir upplýsingar skulu verða tøkar, tá tingfólk skulu viðgera mál í løgtinginum.
Tað segði løgmaður í løgtinginum fyri løtu síðani, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Henriki Old. Løgtingsmaðurin spurdi, um tað er í lagi, at eitt privat felag kann krevja tingfólk at skriva undir tagnarskyldu fyri at fáa neyðugar upplýsingar at viðgera eitt mál.
– Tað er stak óheppið, at tingfólk skulu skriva undir eitt slíkt trúnaðarskjal. Vit hava lært av hesum, og eg fari at gera alt, hvat eg kann, fyri at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur, segði løgmaður.