Skeivt av Løkke at hitta Lama

Kinesiska stjórnin sigur, at fundurin millum Lars Løkke Rasmussen og Dalai Lama í gjár oyðileggur tað góða sambandið millum Danmark og Kina Talsmaðurin hjá kinesiska uttanríkisráðnum sigur, at Kina er sera misnøgt við og mótmælir, at umboð fyri donsku stjórnina hevur havt fund við Dalai Lama.

Kinesiski talsmaðurin ger vart við, at Dalai Lama stendur á odda fyri stríðnum at loysa Tibert frá Kina, og tí er fundurin í gjár skaðiligur fyri sambandið millum Kina og Danmark. Talsmaðurin leggur afturat, at Danmark skal taka stig til at rætta mistakið, sum hann málber seg.

Lars Løkke Rasmussen segði undan fundinum í gjár, at talan var um ein privatan fund, men at hann fór á fundin sum danskur forsætisráðharri.