Skelkað av Aksel

Hoyrdi fríggjadagin á døgurða landstýrismannin í heilsumálum um hansara sjónarmið um ergoterapi. Eg má siga, at eg varð skelkað. Hann veit lítið, hvat hann tosar um. Tosar um misbrúk og ger seg klókan uppá, hvør skal fáa viðgerð og hvør, ið ikki skal fáa.

Havi arbeitt sum pedagogur í nógv ár við fólki, sum hava brek bæði innan menningatarnaði og sálarliga sjúk.
Eg havi eina ommudóttir, sum hevur brek. Hon hevur fingið ergoterapi-viðgerð einaferð um vikuna í nógv ár umframt fysiuterapi og ríðing, og hon kann ikki vera hesar viðgerðir fyri uttan. Hetta er ein neyðugur partur av menningini. Hon hevur eisini havt stuðul í skúlanum øll árini, og hevur tað gingið væl. Hon hevur kent seg sum ein partur av flokkinum, og hevur luttikið í sosialum tiltøkum saman við sínum floksfeløgnum – og, hetta tí hon hevði stuðul.
Nú er eingin stuðul meira, so nú er hon avskorin frá øllum sosialum tiltøkum. Er hetta rætt? Er skúlin ikki fyri øll? Nú er ongin neyðug ergoterapi – hvat verður tað næsta? Tað kann ikki vera meiningin, at hesin samfelags-bólkurin eisini skal berjast fyri sín rætt – rættin til eitt gott lív. Samfelagið, sum sigur seg at vera fyri øll, men eg havi ilt við at síggja hetta. Tosar man við myndugleikarnar, verður tú víst víðari.
Øll renna undan ábyrgd.
Ella, er tað ikki pláss fyri teimum her?
Er tað veruliga so, at tey mugu flyta av landinum, fyri at fáa tað hjálp teimum tørvar?
Undan hvørjum vali eru tey veiku og gomlu gott valagn hjá polikkarunum, men so skjótt tey eru komin inn um tinggátt er alt gloymt. Er hetta ikki misbrúk?
Vit eru ófør at hjálpa neyðstødd uttanlands, og vit eru stolt av hesum. Alt gott um tað. Men hvat við okkara egnu?