Skelkandi afturljóð

Ein intelligensgranskari við Aarhus Universitet mælir til, at vitug fólk verða lønt fyri at seta nógv børn í verðina. Formaðurin í Etiska Ráðnum í Danamark, Ole Harting, sigur, at uppskotið er eitt ótýdligt ekkó frá farnari tíð. - Vit hava brúk fyri menniskjum við hjartanum á rætta staði, sigur hann við danska tíðindablaðið, Politiken

Uppskotið hjá Helmuth Nyborg, professara, hevur loypt forargilsi millum fleiri av landsmonnum hansara.
Granskarin skjýtur upp, at klók fólk verða lønt fyri at fáa nógv børn, eitt nú við stórum barnakekki, bíligari blæum og atgongukorti til kommunala barnaansing.
- Summir bóltar eru so lættisoppakendir, at tú skalt ikki royna at lofta teimum, sigur formaðurin í Etiska Ráðnum, Ole Harting, við Politiken sunnudagin.
Víðari sigur hann, at hann ongan hug hevur at taka lut í kjakinum, men at tað er umráðandi at avvísa tankan, tí hetta er eitt ótýdligt ekkó frá farnari tíð.
Við hesum vísir hann til tað, sum fór fram í Týsklandi í 1930?unum í samband við skránna hjá nazistunum um eitt "reint fólkaslag".
Hann heldur ikki, at vit menniskju eru før fyri at útvelja menniskju, og eiga tí eiga vit at lata tað liggja.
- Vit hava brúk fyri menniskjum við hjartanum á rætta staði, sigur formaðurin í Etiska Ráðnum at enda við danska tíðindablaðið.
Í greinini hjá Politikken, sum Hanne Fall Nielsen hevur skrivað, verða fleiri onnur spurd um sama evnið, men eingin teirra tekur undir við uppskotinum frá intelligensgranskaranum í Aarhus.

Uttaneftir
Rúna Sivertsen
[email protected]