Tá Regin Debess, sum sjálvur annar var á veg til Havnar í bili í morgun, vóru tey fyri eini hending, sum kundi fingið álvarsligar fylgjur. ?Skelkandi hending av seyði á landsvegnum?.
Soleiðis kallar Regin Debess yvirskriftina í skrivi, hann hevur sent Portalinum tíðliga seinnapartin.
- Vit vóru fyri eini skelkandi hending á landsvegnum í morgun. Klokkan var umleið 8.58, og staðið var skamt sunnan fyri vegamótið inn á Hjalla, oman fyri Hvítanes.
Vit koyrdu suðureftir - við vanligari ferð. Koyrilíkindini vóru góð, og ferðslan gekk væl.
Regin Debess vísir á, at tá tey koma fram við vegnum inn á Hjalla, síggja tey, at ein bilur - ljósur pickupur - stendur á vegjaðaranum í niðara borði, og at maður gongur og gevur einum fylgi av seyði, sum er niðan fyri stikið í trøðni niðan fyri vegin.
- Knappliga síggja vit eina framsvarta ær við svart-hvítum lambi einar 30 metrar burtur koma stunandi vestanífrá oman móti landsvegnum við kós móti fóðringsbilinum. Ær og lamb halda við somu øði út á vegin, ærin undan og lambið aftan á, nú stutt framman fyri bilin.
Regin Debess sigur, at tey royndu at bremsa og snara undan hálvt yvir í niðaru koyribreyt.
- Men ærin er um at renna seg inn í síðuna á bili okkara, samstundis sum tveir mótkoyrandi bilar koma sunnanífrá, einar 50 metrar burtur.
Hann leggur aftrat, at heilt tætt aftan fyri bilin hjá teimum kemur ein myrkur bilur og er um at renna á ærina og lambið, tá ið tey renna við somu ferð millum tey og aftara bilin - og halda tvørtur um vegin oman móti fóðringsmanninum.
- Her kundi hent ein vanlukka. Tað er lætt at ímynda sær, at tað ikki bara var seyður, sum hevði ligið eftir á. Vit sluppu við skelkinum, sigur Regin Debess.