Søgurnar eru ymiskar hjá fólki, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu, og avvarðandi teirra. Felags er tó, at tey hava fingið ólekjandi sár, sum tey royna at liva við.
Tað vóru sterkar søgur at hoyra á ráðstevnuni. Eingin nevndi nakað um, hvat var hent, men tey tosaðu um avleiðingar av ymiskum slag.
Ein mamma greiddi frá, tá ið dóttir hennara ein dag breyt saman og fortaldi, hvat abbin hevði gjørt móti henni. Tey høvdu ringt til politiið, sum í fyrsta umfari bað tey bíða við at koma til Havnar.
Hetta góðtóku tey ikki, vendu sær til leiðsluna hjá politinum, og gentan kom so til avhoyringar og greiddi frá, hvat var hent.
Mamman tosaði um, hvussu tungt tað var at skula bíða í mánaðir eftir rættarmálinum. Tað var kaos í familjuni, sum fór í tvíningar, tí gerningsmaðurin var abbi gentuna, og nøkur valdu at stuðla manninum heldur enn gentuni.
Konan helt ikki, at samfelagið hevði nóg góð tilboð til teirra, sum høvdu verið fyri kynsligum ágangi.
Abbin fekk tvey ára fongsulsrevsing fyri gerð sína, og hann skuldi gjalda gentuni 30.000 krónur í endurgjaldi.
Misbrúkt í 1o ár
So var tað ein ung genta, sum hevði verið misbrúkt av abbanum.
Tað var hent, frá tí at hon var fimm, til hon var fimtan ára gomul.
Tað stóð nógv á henni, tá ið hon greiddi frá tíðini, meðan tey bíðaðu eftir rættarmálinum, og abbin gekk runt sum ein fríur maður.
Systkinabarn hennara hevði verið fyri tí sama.
Gentan upplýsti, at hon var farin niður á skúla, men noyddist at gevast, tí hon hevði tað so ringt, og kom heimaftur.
Síðan hevur hon fingið hjálp, er farin aftur í skúla, og tað gongur væl.
- Eg eri ein yvirlivari, og hatta hendir ikki aftur fyri meg, segði hon.
Nógvir ringvirkningar
Ein tann sterkasta frásøgnin kom frá einum manni, hvørs kona sum barn var fyri kynsligum ágangi av einum manni í familjuni.
Maðurin var ógvuliga rørdur, at hann helst hevði verið tað fyri uttan at stíga fram, men hann gjørdi tað kortini í vónini um at kunna hjálpa øðrum. Við at bróta tøgnina.
Hol kom á búldin ein dag, tá ið eitt blað kom við eini søgu um eina misbrúkta kvinnu. Tá læt úr konu hansara, at hatta var lítið í mun til, hvat hon hevði upplivað, misbrúkt í 10 ár.
Hann ypti øksl, men tveir tímar eftir tók hon spurningin uppaftur.
Tá ringdi hann til mannin og bað hann halda seg burtur frá familjuni, sum var familjukær, og tey komu nógv saman til føðingardagar og annað.
Í fyrsta umfari noktaði hann, men so játtaði hann at halda seg burtur.
Tað gjørdi hann eina tíð, men so møtti hann aftur, og maður konuna fór aftur eftir honum.
Nú gekk frægari við tí.
Maðurin, sum gjørdi seg inn á konu hansara, hevði biðið um fyrigeving. Jú, fyrigeving skuldi hann fáa.
- Men tú leppur at liva við tí, sum tú hevur gjørt, restina av lívinum, fekk hann at vita.
Men kona hansara hevur havt tað svárt.
Fyri fyrsta varð hon sum barn hótt fyri ikki at fara víðari. Eftir at hon hevur latið upp, hevur hon stríðst við skyldkenslu, tí so nógv onnur hava fingið ilt.
- Hon hevur fleiri ferðir sagt, at best var, um hon hevði tagt, men hví skuldi hon einsamøll ganga við øllum, segði maðurin.
Hann bakkaði
Seinsta persónliga frásøgnin kom frá eini ungari kvinnu, sum varð kynsliga misbrúkt av einum dreingi, frá tí at hon var átta, til hon var 13 ára gomul.
Hon segði einki við nakran, men eina ferð hon var hjá eini vinkonu, segði hon vinkonuni frá síni uppliving. Hon legði vinkonuni eina við, at hetta var eitt loyndarmál, men vinkonan fór til mammu sína, sum ringdi til Kris.
Tað var gentan í dag fegin um.
Hon segði, hvussu ringt hon hevði havt tað eina ferð, hon og vinkonan høvdu verið í Danmark. Hon visti, at drongurin ella maðurin var í Danmark, og hon var ræðslusligin fyri at møta honum.
Ein dag, hon var inni í eini kiosk, tók óttin yvir, og hann rann heim til íbúðina, har tær gistu.
Seinni hevði hon tosað við hann, og hann vardi seg við, at hon hevði verið við uppá tað.
- Tað passaði ikki, tí eg var bara eitt barn og ikki greið yvir havt tað var, segði tann unga kvinnan.
Tá ið hon tosaði við hann, hevði hann biðið um fyrigeving. Hon svaraði ikki, hugdi bara uppá hann, og endin var, at hann fór.
- Tað var hann, sum bakkaði, og tað gjørdi mær væl, segði kvinnan.