Tað nýtist als ikki at verða keðiligt at gerast pensjónistur ? og tað var eisini alt annað enn keðiligt í Losjuni mikukvøldið, tá pensjónistarnir savnaðust aftur aftaná summarsteðgin.
Borðreitt var við heimabakaðum breyði og viðskera, dúgliga varð sungið og søgurnar vóru nógvar.
Erling Poulsen var ein av teimum umleið 40 fólkunum, ið høvdu leitað sær í Losjuna hetta kvøldið. Hann hevur verið lærari í mong ár, og veit nógvar góðar at fortelja frá skúlatíðini. Ein av teimum er um dreingin, sum hvønn einasta morgun var ov seinur í skúla og hvørja ferð hevði eina nýggja umbering. Ein kaldan vetrarmorgun við frosti og kava, er drongurin, sum ikki einaferð, ov seinur. Lærarin spyr, hvat nú er á vási og hví hann aftur er ov seinur. Jú, sigur drongurin, eftir at hava hugsað seg um lítla løtu - vekjaraklokkan var fryst...
Erling sigur, at hann gloymir ongnatíð rópini og láturin frá hinum næmingunum, tá drongurin kom við hesi heldur ivasomu frágreiðing.
Og láturin skortaði heldur ikki millum pensjónistarnar hesar frálíka hugnaligu tímarnar, hugnaløtan vardi.
Skráin á hugnaløtunum mikukvøldini er ymisk og fjølbroytt. Við hvørt verða fyrilestrar hildnir, ella hugt verður at filmi. Onnur kvøld verður farið upp á gólv, og komandi mikukvøld er ætlnanin at hava bingo. Tá bingo er á skránni, kunnu limirnir hava gest við sær.
Pensjónistafelagið hevur um 110 limir. Ása Dam er forkvinna, men er burturstødd í løtuni, so tey, sum ynskja at gerast limir, kunnu venda sær til næstformannin, Suna Joensen á telefon, 313409.
Tað man hava verið, tá Pensjónistafelagið helt til í Ydun í Reynagøtu, at Hanna Lindenskov yrkti henda skemtiliga sangin
Lag: Den er fin med kompasset
Ert tú gránað í erva
og møðin man nerva
stutt sagt, er tú nú vorðin gomul og grá.
:,:So miss ikki mótið,
men lyft bara høvdið,
tí oman í Ydun kanst tú altíð gá,
Tralala lalala....:,:
Tú stúrir og skrukkar,
tað andlitið rukkar,
so minst til, at tú tekur smílið uppá
:,: Ver glað nú í sinni, goym bara ljós minni.
Tú verður til sins sum til dansin at gá.
Tralala lalala....:,:
Aleina at sita,
ja, tað skalt tú vita,
tað er ikki gott fyri gomul og grá.
:,: Kom út millum manna,
og tú fært at sanna,
at betur tað er sær ein sjavsin at fá.
Tralala lalala....:,:
Um tú kennir teg troyttan
og móðan, upproyttan,
ja, hóast tú tekur dagligt med?sin
:,: Tú skalt mær trúgva ?
eg vil ikki lúgva ?
Tað besta jú er eitt hjartaligt grin.
Tralala lalala....:,:
Og túrar at ganga
- um ei av tí langa -
er kondi so gott fyri gomul og tung.
:,: Ei bara at sita,
men gumpin at flyta,
um ikki so nógv, sum tá vit vóru ung.
Tralala lalala....:,:
Um líktorn tú hevur,
og um tað teg gremur,
so vil eg tær geva her ráðini góð:
:,: Eitt fat tú tær tekur,
og grýn í tað letur,
av vatni so mikið, um øklarnar stóð.
Tralala lalala....:,:
O sum tú nú situr,
Og føturnar flytir
Og filosoferar um mangt og um hvat:
:,: Um Gággan enn spældi,
heilt sikkurt eg haldi,
eg hevði mær svingað. Nei, Halt nú uppat!
Tralala lalala....:,:
So grá og so gomul
vit verða øll somul,
sum unnast at liva í hesari verð.
:,:Men sinnið tað unga
uppvigar tað tunga
so aldurin als einki okkum hann ger.
Tralala lalala....:,: