Skemtiliga álvarsamur fyrilestur

Fleiri enn eitthundrað fólk vóru til fyrilesturin hjá Massoud Fouroozandeh, sum er fyrrverandi muslimur, men nú er kristin. Og láturin rungaði javnan í salinum Fyrrverandi iranin og nú danin, Massoud Fouroozandeh, helt ein áhugaverdan og rørandi, men samstundis sera skemtiligan fyrilestur á landsfundi Miðfloksins á Hotel Føroyum.

Hann greiddi frá sínum uppvøkstri í Teheran, sum hóast foreldrini skiltust, tá hann var tvey, var lukkuligur ? inntil kríggið millum Iran og Irak hevði kravt lívið hjá flestu professionellu hermonnunum, og neyuðugt var at kalla ungdómar inn í herin.

15 ára gamal við brotnum beini flýddi hann yvir kurdisku fjøllini, og eftir 10 døgum vann hann fram til Turkaland. Systur hansara búði í Danmark, og so ótrúligt tað ljóðar mátti flogfarið, hann fór við til Eysturberlin, lenda í Danmark vegna hálku á breytini í Berlin. Har fann hann fram til systir sína í Korsør.

Eftir lokna skúlagongd byrjaði hann egið virki í 1994, 24 ára gamal. Tað gekk væl, men eftir at mamman var komin til Danmarkar, leiddi hon hann til frelsu. Seinni skjeyt systir hansara upp undir vitjan hjá familjuni hjá mammuni í Azerbajan, at hann giftist einari kvinnu, hon har hevði møtt. Eftir togan aftur og fram fór hann til Azerbajan, gjørdist skotin í kvinnuni og giftust tey. Hon tók eisini við kristnari trúgv.

Massoud er íðin trúboðari og boðar kristindómin alla staðni, har hann kemur. Og hann er sanniliga eitt sindur øðrvísi, enn aðrir trúboðarar og fyrilestrarhaldarar. Hann megnaði at rúnarbinda stóra áhoyraraskarðan, og undirritaði kann av fullum huga viðmæla fólki at fara at lurta eftir honum á fyrilestrinum í Hoyvíkar Skúla kl 8 í kvøld