Tavan í Leirvík hevur gjørt íløgur í maskinur í samband við eina royndarverkætlan at gagnnýta og meirvirka sild, og aftan fyri hesa verkætlan liggur ein longri søga. Stjóri í Tavuni er Ingvar Joensen, og tá In.fo vitjaði í Leirvík herfyri, hittu vit bæði stjóran og íbirtaran, Johan Mortensen, ið partvís arbeiðir sum konsulentur.
Á vitjanini í Tavuni fingu vit høvi at síggja royndarframleiðsluna, og vit sóu, hvussu sildalinjan er uppbygd - frá tí, at fiskurin kemur í tangabili í túnið, til sildabitarnir verða koyrdir í tunnur við laka. Um miðjan november í ár sendi Tavan tær fyrstu 200 tunnurnar við sildabitum í bingju til keypara í Skandinavia.
Henda dagin, In.fo vitjaði, kom tangabilur við sild, sum Finnur Fríði hevði fiskað, og bilurin kom við jøvnum millumbili, soleiðis sum tey á virkinum megnaðu at arbeiða sildina undan.
Ingvar Joensen og Johan Mortensen hava havt ymiskt samstarv í skjótt 15 ár, og eitt nú hevur konsulenturin og íbirtarin tikið eina hond í við at útflyta og selja eitt nú rogn og brisling.
Johan Mortensen vísir á, at á ferðum uttanlands eru teir ofta komnir í samband við innflytarar av sild. Svøríki telist millum tey lond, sum brúka ógvuliga stórar nøgdir av sild, og teir keypa nógv úr eitt nú Noregi.
- Okkara ynski og hugsan í nógv ár hevur verið, at høvdu vit bara kunnað gjørt okkurt meira við sildina í Føroyum, soleiðis sum føroyingar áður gjørdu, tá sildin skapti nógv arbeiðspláss. So hendi tað, at meira pelagiskur fiskur kemur í okkara sjógv, og keyparar síggja, at sildin gongur meira og meira vesturyvur.
Íbirtarin og konsulenturin sigur, at tað er eisini henda gongd, sum serliga í seinastuni hevur fingið Skandinavar at spyrja, um tað ikki ber til at fáa sild úr Føroyum.
- Vit fegnast um tey uppsjóvarvirki, sum eru komin í gongd í Føroyum; tey størstu í Kollafirði, Tvøroyri og Fuglafirði. Her verður sildin serliga heilfryst, meðan bert ein minni partur verður skorin.
Johan Mortensen sigur, at tað, sum Tavan alla tíðina hevur miðjað eftir, er at koma inn á tann marknaðin, har sildin verður skorin í bitar í Føroyum og latin í gløs sum konserves. Hetta er nevniliga ein ógvuliga stórur marknaður í Skandinavia.
- Eg eri tískil ógvuliga fegin um, at Tavan í ár hevur gjørt íløgur í maskinur, samstundis sum vit hava fingið keyparar til sildabitarnar, og eg fegnist ikki minst um, at vit nú eru komin í gongd við hesi royndarverkætlan, sigur íbirtarin og konsulenturin.
Í vinnublaðnum í Sosialinum, sum kom í gjár - fríggjadagin - er stór grein við fleiri myndum um forvitnisligu og slóðbrótandi sildaverkætlanina í Tavuni í Leirvík.