upptakt
Tað er av sonnum viðvent í holuni, tá B68 vitjar á Skála. Fyrr hevur hendan uppgerðin bent tann vegin, at talan hevur verið um vónleysa uppgávu hjá Skála, sum hevur stríðst móti niðurflytingini, meðan toftamenn hava hugsað um heiðursmerki.
Hesaferð eru tað teir í B68, sum enn hava fyrsta sigurin til góðar, og hóast tað enn eru 18 stig eftir at spæla um, so skal okkurt henda heilt skjótt á Toftum, um talan ikki skal gerast um leygardagsfótbólt næsta kappingarár.
Tung frávera
Og kanska eru møguleikarnir betri, enn stigatalvan sigur. Í øllum førum rakar tað meint hjá Skála, nú fýra leikarar ikki eru við til dystin sunnudagin . Bárður Danielsen og Arnhold Berg hava báðir leikbann eftir gul kort í Fuglafirði seinast, og Hanus Thorleifsson er saman við miðvallarmotorinum, Paula G. Hansen, skaddur.
Hjá B68 er Oleif Joensen einasti leikarin, sum við vissu ikki verður við. Hann fekk reytt kort í dystinum móti NSÍ.
Hinvegin er Mikkjal Thomassen nú aftur farin undir at venja, men tað verður tó mett sum sera ivasamt, um hann longu hesaferð verður at finna millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, verður sagt.