Skerjing økir veiðutrýstið

Landsstýrismaðurin royndi at svara atfinningum, sum hann segði vóru beinleiðis skeivar

Andstøðan hevur undir orðaskiftinum um fiskidagarnar sagt, at fyrmilin til býti av døgum fer at geva eitt hægri veiðutrýst enn í dag. Teir sum hava brúkt allar sínar dagar, fáa fleiri dagar, meðan teir sum hava fiskað aðrastaðni ella als ikki roynt, teir missa dagar.

 

Tað gevur eitt hægri veiðutrýst, sigur andstøðan.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði fyrst í sínari røðu, at tað kann ikki vera ræt, at tingfólk halda fram við at finnast at havstovuni og stovnsmetingum.

 

Hetta hevur verið so seianstu 20 árini og hevur tað verið so vánaligt, so átti politiski myndugleikin langt síðani at hava gjørt nakað við tað.

 

Landsstýrismaðurin helt, at uppskotið sum er lagt fram er gott, men at tað kanska er okkurt sum skal broytast. 

 

Hann segði, at alt er gjørt fyri, at tye sum eru virkin framhaldandi fáa somu dagar, meðan óbrúktir dagar verða tiknir úr skipanini.

 

Í fleiri av skipabólkunum eru bert á leið heltvtin av fiskidøgunum brúktir og tí kunnu nógvir  "luftdagar" takast ú8r sk8ipanini.

 

Í ávísum førum er tað tó hent, at skip sum hava verið fult virkin ikki hava brúkt allar sínar dagar á landleiðinim, tí tey fingu kvotur aðrastaðni.

 

Hesi skipini missa dagar, men landsstýrismaðurin segði, at ongin av hesum skipum fekk færri fiskidagar enn tey brúktu í fiskiárinum, sum nú endar.

 

Hjá hesum skipum er tað soleiðis, at tey missa dagar á innaru leiðunum, tí tey hava fiskað undir Íslandi ella á Flemish Cap.

 

-Endamálið nú eru tillagingar, so vinnan kann halda fram til vit hava fingið eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, segði Høgni Hoydal.

 

Bárður Nielsen, Sambandxflokurin helt, at er hetta endamálið, so er tað undarligt, at summi skip missa fiskidagar, tí tey hava troytt landgrunnin minni enn tey hava havt møguleika fyri.

 

Fleiri tingmenn róku frammundir at fáa at vita, hvørjar broytingar eru á veg undan 3.viðgerð, tí tað er torført at viðgera mál, sum tingfólk ikki kenna til fulnar.

Fiskidagatalið skal samtykkjast í tinginum í seiansta lagi hósdagin.