Skiftast um donsku jólaguðstænastuna

Danska jólaguðstænastan, sum vanliga hevur verið hildin í Havnar Kirkju, verður í ár í Vesturkirkjuni

Danska jólaaftansguðstænastan, sum vanliga hevur verið Í Havnar Kirkju, verður í ár í Vesturkirkjuni. Bergur Debes Joensen fer at prædika.

Tað er soleiðis, sigur Kjartan Mørkøre, sóknarprestur, at avrátt er millum báðar kirkjurnar, at skiftast um tær ymsu guðstænasturnar um jóla- og nýggjárshalguna.

Í nøkur ár hevur verið skiftst um guðstænastuna nýggjársaftan og trettandakvøldsguðstænastuna. Og nú kemur so danska jólaaftansguðstænastan uppí.

Annars verða guðstænasturnar sum vanligt klokkan 16 í Vesturkirkjuni og á Argjum, har ávikavist Kjartan Mørkøre og Høgni Poulsen fara at prædika.

Jóladag fer GHM at spæla í Vesturkirkjuni og Havnar Hornorkestur fer at spæla í Havnar Kirkju, sum vanligt hevur verið í mong Harrans ár.Nýggjársguðstænastan verður í ár í Vesturkirkjuni klokkan 23.30, har Kjartan Mørkøre, prestur, fer at prædika, og trettandakvøld verður guðstænastan í Havnar Kirkju.

Jólaaftan verða tvær føroyskar guðstænastur í Havnar Kirkju. Klokkan 15 við Bjarna Bæk, dómprósti, og klokkan 17 við Sonju Klein, sóknarpresti.

Jóladag klokkan 11 verður guðstænasta við Bjarna Bæk, og klokkan 18 jólakvøld prædikar Sverri Steinhólm, prestur, í Havnar Kirkju. Annan jóladag klokkan 11 fer Hans Jacob Joensen, biskuppur, at prædika í Havnar Kirkju.

Um donsku jólaguðstænastuna sigur Kjartan Mørkøre, sóknarprestur í Vesturkirkjuni, at ynskiligt hevði verið, um danir í Føroyum tóku seg saman í ein áhugabólk, sum so kundi skipað fyri hesi guðstænastuni. Til hevði so borið at fingið ein prest at hildið prædikuna, meðan fólk sjálvi hjálptu til undir guðstænastuni.

Annars eru tað ikki bara danir, sum koma til donsku guðstænastuna. Eisini eldri føroyingar kenna ein hugna í at sleppa at syngja gomlu, donsku jólasálmarnar, fleiri teirra kenna frá barnaárum.