- Skikka tær væl

Danska stjórnin er í vanda, um forsætisráðharrin framhaldandi ikki vil sættast við føroyingar. Tað var niðurstøðan hjá meirlutanum í Politisku búskaparnevndini, sum mikudagin var í samráð við Nyrup Rasmussen í Fólkatinginum



Tað leikar hart á í danska Fólkatinginum um viðurskiftini millum donsku stjórnina og føroyingar. Tað er ið hvussu so er veruleikin í andstøðuni, sum áhaldandi hevur funnist at tørvandi samskiftinum millum forsætisráðharran og Landsstýrið.

- Hetta verður ikki góðtikið, um danska stjórnin ikki tekur annað skinn um bak, tá tað ræður um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.

Tað sigur meirlutin í Fólkatinginum, sum ikki vil gongur við til, at ?misálit valdar millum forsætisráðharran og Landsstýrið¹, sum tikið varð til eftir samráðið mikudagin.


Kann fáa avleiðingar

- Heldur Nyrup Rasmussen fram sum higartil, kann tað í ringasta føri fáa avleiðingar fyri donsku stjórnina, siga, Vinstraflokkurin og teir Konservativu eftir samráðið í Politsku búskaparnevndini mikudagin.

Í gjár fekk Nyrup Rasmussen eina ?nøs³ fyri handfaring sína av habilitetsmálinum í nevndini, sum kannar bankamálið. Hann fekk eisini harðar ábreiðslur fyri sína framferð mótvegis Føroyum undir orðaskiftinum aftaná setanarrøðuna í Fólkatinginum í oktober mánað.

Meirlutin í Politisku búskaparnevndini - teir borgarligu flokkarnar og Eindarlistin - samdust um at geva Nyrup nøsina, undantikin SF, sum í einum eyka skrivi gjørdi vart við, at einki nýtt var komið fram, í mun til tær ábreiðslur, sum Nyrup Rasmussen fekk herfyri í sama máli.


Vilja royna parlamentarisku heimildina

- Um støðan hjá stjórnini ikki broytist, og hon heldur fram við at vera so negativ mótvegis føroyingum, er ikki óvist, at Vinstriflokkurin fer at royna parlamentarisku heimildina hjá stjórnini í hesum sambandi, segði Pia Larsen eftir samráðið í gjár.

Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum er eisini ógvuliga atfinningarsamur mótvegis forsætisráðharranum.

- Eitt mark er fyri, hvussu langt kann farast, áðrenn ríkisfelagsskapurin kemur í vanda. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Per Stig Møller.

Poul Nyrup Rasmussen fær ábreiðslur fyri, at hann ikki gav føroyingum eina umbering, tá Frank Jensen órættvíst gav Landsstýrinum medábyrgd av habilitetsmálinum í Kanningarnevndini.

Eisini fanst meirlutin í Politisku búskaparnevandini at aftursvarinum hjá Nyrup Rasmussen til Jóhs. M. Olsen, sum ?gjørdi ilt verri¹ í tí annars troyttandi samstarvinum millum londini.

Í síni røðu í Fólkatinginum 9. oktober, tagdi Nyrup Rasmusssen ikki burtur teir trupulleikarhann hevði av føroyingunum, men valdi ? millum vinir,¹ at tosa um medábyrgd og kom eisini við ábreiðslum, hóast hann samstundis helt, at ríkisfelagsskapurin ikki var í vanda.


Føroyingar geva okkum skyldina fyri alt

- Tað er einki at dylja, at eg ofta havi kent meg ørkymlaðan, og við hvørt havi eg eisini kent tað, sum skeldaðu føroyingar okkum danir út í ríkiligt mát, segði forsætisráðharrin og legði aftrat, at hann segði hetta ?vinarliga og í orðsins besta týdningi¹.

Nyrup Rasmussen segði eisini í aftursvarinum til orðaskiftið í Fólkatinginum, at hann við hvørt kendi tað, sum vildu føroyingar leggja alla ábyrgdina av trupulleikunum í Føroyum, á danskar herðar.

Aftaná samráðið vildi Nyrup Rasmussen ikki gera viðmerking til atfinningarnar frá Politisku búskaparnevdini í Fólkatinginum.