Fuglafjørður: - Nú hava vit endiliga fingið eitt amboð til at viðgera allar hesar mongu umsóknirnar, verður sagt úr kommununi.
Eins og so mangar aðrar føroyskar kommunur, fær tann í Fuglafirði eisini ein hóp av umsóknum um stuðul til mong ymisk góð og viðkomandi endamál.
Trupulleikin hevur bert verið, at ein hevur ikki havt nakra mannagongd á hesum øki.
Ella sum nevndin sjálvur tekur til: - Einasta stavnhald hjá nýggjum nevndum er møgulig siðvenja frá undanfarnum nevndum.
- Og hetta hevur ikki verið mett nøktandi, sigur Mentanarnevndin í Fuglafirði.
Á fundi í mars mánaði viðgjørdi nevndin eitt uppskot til nýggjan stuðulspolitikk, og á býráðsfundi í farna mánaði varð henda reglugerðin samtykt.
- Endamálið er at skipa arbeiðið við stuðli, soleiðis at tað verður lættari at umsita, samstundis sum sannlíkindini fyri at býta peningin skilagott og rættvíst gerst størri, verður sagt.
Stuðulspolitikkurin hjá Fuglafjarðar kommunu er í roynd og veru býttur í trý endamál.
Í fyrsta lagi er endamálið at lýsa til hvønn ið stuðulin verður veittur; í øðrum lagi at greiða frá, hvussu stuðlað verður, og í triðja lagi at greiða frá hvør tekur avgerð um at stuðla.
Reglugerðin sigur greitt til hvønn hesin stuðulin kann verða latin til og innan hvørji øki.
Stuðul frá kommununi
Nýggja reglugerðin hjá Fuglafjarðar kommunu vísir, til hvønn ein kann lata stuðul. Serligar orðingar eru til hvørt av hesum punktum.
Stuðul kann latast til fylgjandi virksemi: ítrótt, sang og tónleik, sjónleik, list, áhugafeløg og trúarbólkar, bóka- og fløguútgávur, blaðútgávur og talgildar útgávur og uttanlandsferðir hjá skúlaflokkum og einstaklingum.