Hildur Eyðunsdóttir
býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar kommunu
?????????
Nú var so umboðsmaðurin aftur frammi við fremsta fingri, og við góðari grund. Ein kommuna sum ikki virðir borgarum sínum svar, eigur at fáa av at vita.
Lógin um alment innlit kom fyri tíggju árum síðani, í 1994. Vit kenna hana flest øll, hon er ikki so torskild heldur. Um tú veitst av, at eitt mál er til, og tú ynskir innlit, so eigur tú at fáa innlit. Tær nýtist ikki at kenna paragraffir ella at skriva umsóknir. Tær nýtist heldur ikki at vera myndugur. Eitt barn hevur sama krav upp á alment innlit, og umsitingin hevur skyldu til at hjálpa við at geva innlitið, líkamikið hvør spyr, ella hvussu verður spurt.
Kortini dugir Tórshavnar kommuna ikki at fylgja lógini, ella leggur hon ikki í at fylgja lógini. Eg skilji tað ikki. Eg veit at Tórshavnar kommuna hevur nógv sera dugnalig starvsfólk, sum gera sítt arbeiði til lítar, men kortini so megnar kommunan ikki at halda tær lógir, sum eru gjørdar at verja borgararnar og fólkaræði.
Politikararnir hava fulla ábyrgd
Tað eru politikarar sum hava ábyrgd av kommununi. Borgarstjórin hevur serliga ábyrgd, tí hann er ikki einans politikari, men eisini hægsti embætismaður í kommununi. Tað er sostatt borgarstjórin, sum hevur ábyrgd av, at umsitingin ger sum hon eigur. Um borgarstjórin ikki røkir sína skyldu, má býráðið sum heild, men sjálvandi serliga meirilutin sum stendur aftanfyri honum, rættleiða hann, og fáa hann at arbeiða eftir lógini.
Ber til at bøta
Gølurnar hava verið alt ov nógvar. Klagurnar ov nógvar og ábreiðslurnar frá umboðsmanninum og kommunala eftirlitinum alt ov nógvar. Gølurnar kosta tíð og pengar, men hvat verri er, álitið á kommununa minkar, og tí kunnu vit ikki liva við. Kortini er vón fyri framman.
Tórshavnar kommuna hevur nógv góð og samvitskufull starvsfólk. Tað sum væntar er, at politikararnir broyta hugburð, taka seg um reiggj, og seta seg inn í, hvat krevst av einari kommunu í dag.
Politikararnir skulu geva starvsfólkunum stuðul at arbeiða eftir bæði fyrisitingarlógini, og lógini um alment innlit. Um tað er fyrisitingarlig ella løgfrøðilig vegleiðing og upplæring sum væntar, so má hon fáast til vega. Fløktar mannagongdir mugu gerast betri og einfaldari, og arbeiðsorkan í umsitingini má svara til krøvini.
Ábyrgdin, at fáa skil á, liggur fyrst og fremst á politikarunum. Meirilutin hevur runnið undan ábyrgdini við løgtingsins umboðsmanni í hølunum. Men tað ber til at bøta um á komandi býráðsvali. Tjóðveldisflokkurin tekur hesa uppgávu í álvara og vil saman við umsitingini fáa skil á.