Skilagott at halda fiskivinnustevnur í Føroyum

Hetta er aðru ferð, at tað verður skipað eini stórari fiskivinnustevnu í Føroyum við føroyskari og altjóða luttøku.

Fiskivinnustevna

Løgmaður, sum fer at seta stevnuna, heldur tað vera óført og gott, at stigtakararnir halda tørn og fara undir enn eina stevnu av hesum slag. Hetta er okkara høvuðsvinna og tað hevur so avgjørt relevans fyri okkum at vera við, eisini tá stórar og týðandi ráðstevnur verða hildnar. Løgmaður sipar við hesum eisini til tær mongu stevnur av slíkum slag, sum hvørt ár verða fyriskipaðar í øðrum londum og har føroyingar í stórum tali luttaka.

Tað var eisini Anfinn Kallberg, løgmaður, sum setti tí fyrstu fiskivinnuráðstevnuna í Føroyum av hesum slag. Tað er heldur ikki so løgið, at tað er júst løgmaður, sum hevur ein týðandi leiklut í stevnu av slíkum slag, tí sjálvur hevur hann ikki færri enn tvær ferðir røkt sessin sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað var í 1983 og 84 og eitt stutt skifti í 89.

-Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tí vil hon altíð hava eitt pláss sera frammaliga sigur løgmaður, sum sær fram til at seta Fish Fair í næstum og har hitta mong góð fólk.