Á skinklandi grund og millum fryntligar íslendingar

Í hesum ferðahugleiðingunum úr Íslandi verður vitjað á leiðum, sum vórðu vitjaðar fyri umleið tredivu árum síðani og í økjum, sum eru rættuliga átøk umstøðum og viðurskiftum í Føroyum

Jóannes Hansen

4. PARTUR


Nú fer skjótt at vera feriutíð aftur. Feriuárið verður sagt at vera frá 1. mai og til 30. apríl. Tá ið hetta kom í lag millum heimsbardagarnar báðar, vóru hugtøkini frítíð og arbeiði munandi meiri fýrakantað, um tað ber til at siga tað soleiðis, enn tey eru tað nú. Skúlalærarar og skúlanæmingar verða ikki roknaðir uppí her. Tey, sum tað annars bar til at halda frí hjá, høvdu summarfrí í 1-3 vikur. Fiskiskapurin var í føstum tíðarkarmum, og millum sjómenn var hugtakið frítíð ókent. Teir vóru heima millum túrarnar, og tá ið teir vóru heima um vetrarnar kendu teir ábyrgd fyri so mongum, og so róðu teir út eisini.
Eitt eyðkenni fyri post­modernistiska rákið er, at markið millum arbeiðspláss og heim og frítíðarvirksemi er rættuliga nógv kámað, og tað sama ger seg galdandi, tá ið tað snýr seg um frítíð og arbeiði. Hjá so mongum ber tað til at vera burturi í øðrum londum og ferðast og kortini at arbeiða. Tað ræður um at hava atgongd til fartelefon og teldu og net.
1. mai er ikki so langt burtur, so vit mugu fáa ferða­hug­leið­ingarnar frá síðsta sumri í Íslandi frá hondini. Ætlanin er at seta punktum fríggjakvøldið eftir páskir.
Vit hava ferðast á Eysturland­inum og Norðurlandinum, og vit hava steðgað á við Mývatn.
Nú gera vit av at venda eitt sindur aftur frá Mývatns økinum. Svávulroykurin kennist støðugt. Hann stavar frá Krafla økinum. Navnið er eftir einum av fjøllunum miðskeiðis í økinum. Krafla er eitt verk, sum syrgir fyri, at hitin úr jørðini verður gagnnýttur. Ofta verður sagt, at tað kann hugsast, at veldugu rembingarnar her miðskeiðis í sjeyti árunum stavaðu frá boringunum, sum vóru gjørdar í sambandi við at verkið varð bygt. Men hetta eru tað fleiri meiningar um.
Rembingarnar í sjeyti árunum vóru tær fyrstu síðani eina ferð í 1700 talinum. Nakrar kilometrar undir jarðarskorpuni flýtur nógva lava, sum er orsøkin til virksemið. Lava goymslurnar eru orsøk til at jarðarskorpan rembist, grótsúlur stinga seg upp, vulkanin goysir, og jarðarskorpan legst aftur.
Frá miðskeiðis í sjeyti árun­um og fram í áttati árini vóru einir fimtan Krafla eldar, sum teir plaga at taka til. Yvir Reykja­hlið sást eldur á himinum, men tíbetur stóðst eingin fólka­skaði. Lavan rann burtur frá økjunum, har fólkið helt til. Tað er framvegis stórt virksemi. Jarðarskorpan flytir seg og arbeiðir upp og niður og aftur og fram. Orsøkin til broytingarnar er sjálvandi virksemið longri niðri ella inni í jørðini.
Í áttati árunum varð skiltið sett upp, sum segði, at ferðafólkini skuldu halda seg burtur. Tað varð hildið at vera ov vandamikið at nærkast hesum økinum. Tað, sum ikki hevði verið, var nú. Menniskja er soleiðis innrættað, at tí dámar væl at vera so tætt at vandunum, sum tað ber til. Stríður streymur av ferðafólki vitjar higar fyri at royna at ganga á flógva undirlagnum!
Ásbyrgi
Fyrsta plássið, sum tað verður steðgað við, er Dettifossur. Hann sigst vera størsti fossur í Europa. Nógv, sum ivaleyst eru á ferð eftir ringvegnum kring Ísland, steðga á her.
Merkisvert er tað, hvussu lítið bæði hetta plássið og so mong onnur, ið vera ógvuliga nógv vitjað, eru merkt av stóru ferðsluni. Ongar girðingar og forðingar eru at síggja. Tað er upp til tey vitjandi at ansa sær sjálvum og hvørjum øðrum.
Í Noregi bar so at siga ikki til at seta bilin frá sær í nánd av náttúruperlu, um tað so var í oyðini, uttan at onkur stóð har og kravdi p-gjald. Her er einki sovorðið.
Heldur ikki í Ásbyrgi verður ferðamaðurin undirdýktur í krøvum og gjaldum. Her er rokan í fjørðinum, og tað er torført at sleppa av við bilin. Her hevði tað verið kærkomið við skipaðum parkeringsplássum. Ein ørgrynna av fólki íslendingar og fremmanda fólk drekkur hesa náttúru upplivingina í seg. Ásbyrgi er partur av tjóðarparkini Jökulságljúfur, sum íslendingar siga. Skapið í byrginum er mest átókt hestaskógvi, og víkingarnir hildu, at hetta mundi vera mynstur av hóvnum á Sleipnir velduga hestinum hjá Óðini.
Tey, sum ikki hava verið í Ásbyrgi og harvið verið um­gyrd av hundrað metra høga grótvegginum, hava ikki rættuliga upplivað Ísland. Meðan vit standa her, rennur ferðin í 1971 saman við ungfólkum í Betesda kórinum í Klaksvík aftur fram í hugan. Tað var fyrsta ferðin hjá mær í Íslandi og fyrsta uttanlandsferðin yvirhøvur hjá mongum okkara. At syngja manskór í Ásbyrgi og hoyra afturljóðið gella fleiri ferðir aftur og fram kendist at vera nakað heilt serstakt.
Hetta við rossinum telur nógv í Íslandi. Trúgvasti og besti tænarin hjá okkum, siga íslendingar um rossið. Ivaleyst hava víkingarnar havt trúfasta vinin við sær, tá ið teir numu land fyri meiri enn túsund árum síðani.
Íslandsrossið er eyðkent. Styrkin er stór, og treystleikin er óførur. Miðalhæddin sigst vera trettan hándsbreiddir, so talan er avgjørt ikki um mest elegantu kríatúrini. Men ferðin kann vera ófør. Íslandsrossið hevur lagað seg eftir veðurlagnum og umstsøðunum annars. Eitt nú sæst tað aftur í, hvussu pelsurin lagar seg eftir ársíðunum. Rossið hevði veldugan leiklut, tá ið eingir vegir og eingir tunnlar vóru.
Nú ferðast íslendingar laga­ligari, enn teir gjørdu, men, sum bóndin á Ytra Álandi tók til henda dagin, vit vitjaðu har, so hevur rossið framvegis alstóran týdning í sambandi við seyðahaldið.
Øll hava hoyrt um kappingar millum íslandsross, sum jú hava serligar mátar at føra seg fram uppá. Tað eru eisini í Føroyum nógv, sum vita um hetta. Merkisvert er tað, at tað kring Europa og í Norðuramerika í fleiri enn fimtan londum verður skipað fyri kappingum millum íslandsross. Eingi ross úr Íslandi taka lut í sovornum kappingum. Um ross fara úr Íslandi og til kappingar uttanlands, so sleppa tey ikki aftur til Íslands. Ásetingarnar og avmarkingarnar eru strangar. Íslendingar verja rossið ógvuliga væl.
Ástjörn
Nú eiga vit at vera heilt tætt við Ástjörn, sum er her í Keldu­hverfinum. Tað er her, at akureyingar í hálvt hundrað ár hava hildið barnalegur. Fyrsta føroyska sambandið til hesar barnalegurnar mundi vera gjøgnum Jógvan Purkhús úr Klaksvík, sum í meiri enn fjøruti ár hevur búð í Íslandi. Nógvu tey fyrstu árini búði hann á Akureyri, og nú hevur hann í fleiri ár búð í Reykjavík.
Tað vóru eingilski Arthur Cook, ið var trúboðari á Akureyri, og Sæmundur G. Jóhannesson, sum fleiri tilkomnir føroyingar komast við, ið fóru undir barna­legurnar við Ástjörn í 1946 ella fyri júst seksti árum síðani. Bogi Pétursson á Akureyri, sum eisini er kendur millum nógvar føroyingar, var fyristøðumaður í mong ár.
Nú eru tað Árni og Magnus Hilmarsson, sum eru fyristøðumenn og harvið nýta stóran part av síni frítíð upp á hetta verkið. Teir eru synir Jón Hilmar Magnusson á Akureyri. Hann hevur verið umrøddur ikki so lítið í Føroyum seinastu mánaðirnar. Tað er hann, sum hevur skrivað íslendsk-føroysku orðabókina, sum kom út í fjør, og sum hann fekk serstaka virðisløn fyri í januar í ár.
Nógvu tey fyrstu árini var barnalegan bara fyri dreingir. 7-12 ára gomlu dreingirnir vóru við Ástjörn í einar átta vikur. Tað mundi bæði vera mennandi og spennandi. Onkrir góvu skarvin yvir, tí teimum longdist so illa. Millum leguluttakararnar gjørdist samanhaldið gott, og kring alt landið eru nógvir íslendingar, sum eiga góð minni um summarlegur við Ástjörn. Teir verða nevndir ástringar. Hesi seinnu árini hava legurnar verið fleiri og samstundis styttri. Nú eru tær bæði fyri dreingir og gentur og ungdómar upp til 16 ár. Hvør lega er í tólv dagar.
Serliga stóru seinastu fjórðings­øldina hava nógvir føroyingar verið við Ástjörn. Mong hava verið eina og fleiri vikur og hjálpt til á leguni, og klaksvíkingar og aðrir hava verið við til at víðkað og betrað um bústaðirnar.
Vit bæði í bilinum eiga góð minni úr hesum økinum. Konan var her nakrar vikur á sumri í 1972, og eg var her í 1977. Okkum hevði líkað at sæð plássið eina ferð aftur, men vit ivast í, hvar tað er. Vit steðga á við krossveg og kanna kortið í talvuni á steðgiplássinum. Jú, Ástjörn eigur at vera heilt tætt við, her vit standa. Vit koyra eitt sindur fram eftir vegnum, og tá kennist tað sera hugaligt at síggja føroyska Merkið daga uppi yvir trækrúnunum.
Vit snara inn millum trøini og koma í túnið. Tjørnin og umhvørvið líkjast sær sjálvum, sum tað var fyri tredivu árum síðani og meiri enn tað. Men her er nógv nýtt bygd.
Í túninum stendur annar av fyristøðumonnunm og prátar við rættuliga tilkomnan mann og við ein nakað yngri. Hesin seinni er gamal ástringur, og nú eru hesir so at siga stoknir inn á gólvið fyri at fríska gomul minni og fyri at vita, hvussu tað veit við. Hetta kemur ofta fyri.
Vit hyggja okkum um. Tjørnin er, sum hon varð, men tað er bøtt um dráttin. Millum bátarnar, ið flóta við lítlu brúnna og liggja fyri íla, eru eisini føroyskir bátar. Trævøksturin er vorðin størri, og lítla plenan, har tað plagdu at vera fótbóltsdystir móti dreingjum, ið komu úr smábygdum í grannalagnum og høvdu stóra heimafylgi, líkist sær sjálvari
Nú heilsa vit fyristøðumonn­unum báðum. Teir vísa okkum leguplássið, og tað er týðuligt, at teir kenna hetta sum ábyrgd og avbjóðing, og at teir hava eldhuga fyri verkinum. Vit fáa søguna um, nær føroyingar hava verið og bygt hetta og hitt húsið, og tað er ikki sørt, at tað kennist hugaligt, tá ið teir undirstrika, at teir illa duga at ímynda sær, hvussu tað hevði staðið til við summarlegunum við Ástjörn, um føroyingarnir ikki so dyggiliga høvdu tikið undir við arbeiðnum bæði í at byggja og í at vera og hjálpa til á legunum.
Millum starvsfólkini eru tvær systrar fyristøðumenninar. Onnur teirra, Helga Gerðalíð, er gift í Klaksvík, og hin, Hanna, er gift Pola Purkhús, sum er ættaður úr Kunoy. Tey búgva í Reykjavík, har Poli er ein av ábyrgdarmonnunum í Skemmunum hjá Jákupi á Dul Jacobsen. Umframt tær báðar eru tvær aðrar systrar giftar føroyingum. So lønin frá íslendingum fyri arbeiðið, sum føroyingar hava gjørt við Ástjörn, hevur verið rættuliga góð!
Tað er altíð hugaligt at rógva aftur á aftur tað, sum er gamalt og gott. Millum starvsfólkini er ein, sum eisini var har fyri tredivu árum síðani. Hon er næsta skyldkona fyristøðumenninar báðar og sjálvandi systrar teirra. Hon kemst við navnið á konuni, og eftir at tær hava heilsast og minst aftur á, hvør var her í 1972, og hvussu umstøðurnar vóru tá og veðrið eins og í Føroyum verður tað á hesum leiðum eisini prátað um tað gongur prátið aftur og fram. Svanhvid greiðir frá, at hon sum ung plagdi at arbeiða á Seyðisfjørðinum í sildavertstíðini. Tá var nógv ferðsla og nógv virksemi á Seyðisfirði. Íslendingar fiska framvegis nógva sild, men nú er lítið lív á Seyðisfjørðinum.
Vit njóta blíðsskap, heilsa upp á krakkarnar, sum børnini ofta verða nevnd, og tá ið vit hava skrivað í gestabókina, biðja vit farvæl og fara longri fram á leiðini. Enn eitt gott upplivilsi er komið í viðførið.
Tey við tjørnina vóna, at lág­ættin fer at halda fram. Ættirnar hava ógvuliga nógv at siga fyri summarveðrið her á leið. Um høgættin sleppur framat verður tað ongantíð rættuligt summarveður. Á lágættunum verður tað so heitt og gott, sum tað sjáldan ella ongantíð er í Føroyum.
Húsavík
Kósin verður sett tvørtur um Kelduhverfi og út á Tjörnes. Kelduhverfið er eitt av mongu økjunum í Íslandi, sum jarð­frøðingar ofta sipa til. Her er tilfarið sandur, sum er runnin undan jøklunum longri inni í landinum. Tað ber framvegis til at síggja rivur og sprungur, sum stóðust av vulkanska virkseminum í Krafla við Mývatn miðskeiðis í sjeyti árunum.
Tað er langt millum búseting­arnar, og tær fækkast her á leið. Á Flatey, sum liggur her í flógvanum, búðu tað inntil fyri hálvt hundrað árum síðani hundrað fólk. Hetta búplássið fekk somu lagnu sum Slættanes fekk í sekti árunum, og sum hóttir fleiri aðrar av smábygdunum heima hjá okkum sjálvum. Gongdin er tann sama í Íslandi og Føroyum. Smáplássini avtoftast, og tað parturin av fólkinum, sum býr á stórplássunum økist.
Onkrar kanningar hava víst, at tað er ikki tí, at lønirnar eru so nógv hægri í stórplássunum, har útreiðslurnar altíð eru væl størri. Miðallønin í fleiri smáplássum, har tað hevur verið nógv fiskarí út frá, hava ofta verið høgar í Íslandi. Men tað eru ikki bara lønirnar, sum hava týdning. Hugurin hjá unga fólkinum stendur til stór­plássini, har tilboðini á eitt nú mentanarøkinum eru fleiri. At umstøðurnar, ábyrgdirnar og útreiðslurnar ofta vísa seg at bera við sær, at nýtslan av tilboðunum ikki er nakað serlig hevur einki at siga. Býarvirðini tykjast vinna alt meiri fram, og tey verða alt færri, sum seta bygdarvirðini høgt.
Íslendska fiskivinnan er nógv broytt tey seinastu árini. Gongdin hevur verið, at tey, sum eiga skip og kvotur, eru færri nú, enn tey vóru fyri einum ættarliðið síðani. Tá ið vit koma til Húsavíkar kenna vit okkum næstan sum at vera í føroyskari bygd, ið kanska er eitt sindur størri enn Fuglafjørður. Har er flakavirki, og har liggja tvey línuskip at bryggju. Fiskur og fiskaarbeiði eigur nógv rúm í hesum sam­felagnum, sum kennist liggja eitt sindur fyri seg sjálvt.
Ferðafólkavinnan tykist eisini eiga sín lut. Nakrir av útlendingunum, sum vóru at síggja á Mývatnar leiðini, eru aftur at síggja her. Teir hava allir somu ørindi. Ferðavinnan lýsir við, at skip sigla út frá Húsavík við ferðafólkum, sum ætla sær at síggja hval. Sagt verður, at í níggju av tíggju førum eydnast tað at síggja hval! Og fransmenninir, sum vit heilsa upp á, ivast onga løtu í, at tað fer at eydnast teimum at síggja hval, tá ið tey um eina løtu skulu á ferð so norðarlaga, sum tey ongantíð hava verið áður. Norðari polarkringurin er bara nakrar fáar kilometrar burtur.
Á hesum leiðum eru nakrir spjaddir bóndagarðar at síggja. Birna, kona Hera prest, systkinabarnið, er ættað av Tjörnesi. Her vaks hon upp á bóndagarðinum Ytra Tunga. Tað er hugtakandi at hoyra hana siga frá umstøðunum, sum hon vaks upp undir. Tær eru ógvuliga líkar umstøðunum, sum tær vóru á bygd í Føroyum.
Birna var tíggju ára gomul, tá ið hon fór í skúla. Skúlagongdin var í stovuni heima hjá Birnu og teimum. Har savnaðust 10-15 børn av gørðunum í grannalagnum. Her var heldur ikki ókent við ferðalærarum. Fyri Birnu er tað ikki ókent at ganga í skúla í tvær vikur og so at halda frí í tvær vikur, meðan lærarin arbeiðir á øðrum plássi. Seinni var hon á kostskúla, áðrenn hon fór til Húsavíkar og Akureyrar at arbeiða og seinni til Reykjavíkar at lesa búskap á lærda háskúlanum.
Tá var tað, at hon hitti svínoyingin, sum nú er prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Heri las gudfrøði, sálarfrøði, søgu og fólkalívsfrøði og pedagogikk á lærda háskúlanum í Reykjavík. Hann er borin til festið har Heimi í Svínoy, og tí hevur tað ivaleyst fallið honum raðið og nátúrligt, tá ið hann so ofta hevur vitjað í Ytru Tungu.
Tá ið eg spyrju Birnu, hvar børnini í gamla grannalagnum hjá henni nú ganga í skúla, ljóðar søgan, sum hon er kend á so mongum øðrum smáplássum bæði í Íslandi og í Føroyum. Har eru so at siga eingi børn. Tey, sum eru, ganga í skúla í Húsavík. Eingin býr á garðinum Ytru Tungu. Kríatúrini eru burtur. Birna og systkini eiga jørðina og barnaheimið, sum tey nýta sum frítíðarbústað.
Leiðin til Akureyrar er fittur teinur at koyra. Her er lítið fólk at síggja og lítil ferðsla. Teinurin úr Húsavík og til Akureyrar kennist ov langur at ferðast aftur og fram til arbeiðis ella lesna hvønn dag. Tosað verður tó um at betra um farleiðina soleiðis, at møguleikin fyri pendling skal gerast betri. Hetta verður hildið at fara at gagna bæði Húsavíkar økinum og eitt nú lærda háskúlanum á Akureyri.
Fyrsti partur av higartil trimum ferðahugleiðingum hjá Jóannesi Hansen var í Sosialinum fríggja­dagin 24. februar, annar partur var í blaðnum fríggjadagin 17. mars, og triði partur fríggjadagin 24. mars. 5. og síðsti partur verður eftir ætlan í blaðnum fríggja­dagin 21. apríl.