Tað er í kvøld klokkan 18.00, at føroyska A-landsliðið í fótbólti spælir ímóti Kasakstan.
Men ein tíma áðrenn hittast fótbóltsfjepparar til felags upphiting, sum verður í dansifrøi.
Ymiskt verður á skránni til upphitingina, og til dømis ber til at fáa andlitsmáling, skipað verður fyri onkrari kapping, og eisini ber til at fáa mat og drekka. Harafturat fara Eyðun og Terji at undirhalda fótbóltsfjepparunum í Dansifrøi.
Tað er fótbóltsfelagið Giza/Hoyvík, sum skipar fyri upphitingin, áðrenn dysturin byrjar á Tórsvølli klokkan 18.00.