Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur
Almanna- og heilsumálastýrið læt í november mánaði 2000, drúgva frágreiðing um hvussu barnaforsorgin virkar hjá okkum og í londunum kring okkum. Eisini inniheldur frágreiðingin uppskot til nýggja skipan av barnaverndarumsitingini.
Mælt verður til í álitinum,:? at barnaverndirnar verða um ikki avtiknar,so samansettar av fakfólki og leikfólki, og ikki sum nú bara av leikfólki, og at sama nevnd ikki skal taka avgerðir bæði í álvarsligum málum og minni álvarsligum málum. Mælt verður í hesum sambandi til, at ein høvuðsbarnavernd verður sett fyri alt Føroyar, og at økisbarnaverndir verða settar kring landið.
Tað eigur at vera staðfest, at barnaverndarøkið er ein landsuppgáva við eini høvuðsbarnavernd og umsiting tess í Tórshavn, og fleiri økisbarnaverndir við umsiting kring landið?.
Hetta vóru orðini.
Hyggja vit í kommunuálitið, sum er leisturin ið landsmyndugleikarnir arbeiða eftir í hesum máli, verður í niðurstøðunum lagt upp til eina røð av broytingum, herundir at:
?Almannaøkið eigur at vera latið kommununum. Tað snýr seg bæði um forsorgina og barnaforsorgina?.
Hetta samsvarar ikki serliga væl við, at tað í hesum máli verður lagt upp til eina lutvíst sentralt stýrda barnavernd við høvuðsskivstovu í høvuðsstaðnum, sum úti í økjunum skal hava skrivstovur sínar á Almannastovunum kring landið. Í øðrum lagi skulu lokalar ?økis?-barnaverndir umsita partar av barnaverndarmálum.
Tað tykist, sum tað altíð er minsti felagsnevnari, ið verður tikin fram, tá ið grundgevast skal fyri at savna meira umsiting í Tórshavn, og soleiðis er eisini her, onki ber til, tí dømini altíð eru tær smæstu kommununar.
Hetta gongur ímóti kommunuálitinum og ætlanum landstýrisins um at styrkja kommununar við at lata teimum fleiri uppgávur. Vit kunnu ímynda okkum raðfestingina av útjaðaraøkinum, tá Almannastovan her norði t.d ikki hevur ein deildarleiðara á staðnum. Samstundis hevur kommunan sjálv raðfest hetta økið høgt við millum annað at endurstovna sosialu deild, júst fyri at brynja okkum út til at yvirtaka almannaøkið.
Spurningurin er stutt og greitt, hvar barnaverndarøkið best verður umsitið til frama fyri barnið, familjuna og borgaran sum heild. Her er svarið, at tær flestu av verandi kommunum eru ov smáar til tess, men við størri kommunalum eindum fáa vit neyðugu støddina til at uppbyggja neyðuga fakkunnleikan. Tað fáa vit ikki um alt verður umsitið frá eini høvuðsskrivstova í Tórshavn, samstundis sum nær fólkaræðið verður mist burtur tí umsitingin liggur alt ov langt vekk frá borgarunum og ikki hevur innlit og kunnleika í tey ymsu økini.
At fara frá teimum smáu barnaverndunum vit hava í dag og til eina yvirskipaða eind er eitt langt lop, lat okkum heldur halda okkum til 7 ella 9 økir ið kunnu samstarva. Her kundu Norðoyggjar verið ein sjálvstøðug eind, har sosialráðgevarar og sálarfrøðingar, umframt at arbeiða við barnaverndarmálum, eisini vera tøk til annað arbeiði fyri sosialu deild til frama fyri alt fólkið í nærumhvørvinum.
Okkara støða er heilt greið, grundstøði má vera tað sama sum í kommunuálitinum, at landið er kærumyndugleiki, meðan kommununar einsamallar umsita tey málsøki, tær yvirtaka. Verður uppskotið frá almanna- og heilsumálastýrinum samtykt, er lítið høpi í tosinum um at leggja út til kommununar og enn minni at tosa um greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið.