Skipanin er komin

Fótbóltur: Árliga fótbóltsskipanin er nú komin

Skipanin fyri fótbóltsárið 1998 er nú komin. Hon var klár mikudagin fyri páskir, men hon kom ikki út til feløgini fyrrenn í gjár. Orsøkin er sjálvandi tann, at eingin postur verður borin út í Føroyum frá mikudegnum í stillu viku og til týsdagin í hesari vikuni.

Í ár hevur skipanin ein reydligan lit á forsíðuni, og Jóhan í Kollafirði er á baksíðuni saman við einari fløsku av jollycola.

Í skipanini eru allir teir upplýsingar, sum hava verið í skipanini tey seinnu árini, og sum eingin, ið er partur av føroyska fótbóltslívinum kann vera fyri uttan.

Har afturat eru í ár prentaðar tær ásetingar um yrkisfótbólt, sum vórðu samtyktar á aðalfundinum hjá FSF fyrr í ár.