Formaður Fólkafloksins á tingi er ikki samdur við Helga Abrahamsen, landsstýrismann við umhvørvis- og vinnumálum, tá ið hann sigur, at hjálparpakkin hevur tænt fyri seg, og at lógin tí skal úr gildi 30. juni.
Hann segði í seinastu viku soleiðis:
– Tað er ábyrgdarleyst at gera 2.000 fólk afturat arbeiðsleys, og tí skal koronu-hjálpin hjá landsstýrinum halda fram.
Í dag er talið á arbeiðsleysum í serligu ALS- skipanini komið niður á 1841. Men hetta talið heldur hann framvegis er ov høgt.
– Vit vita ikki, hvat talið verður við endan av mánaðinum. Men um 1500 fólk framvegis eru í skipanini, so skal hon leingjast, sigur Christian Andreasen.
Hann sigur seg ikki standa einsamallan við hesi meiningini.
– Eg haldi meg bara til ta klokkukláru semjuna, sum varð gjørd av 17 tingfólkum í samgonguni tann 22. mai, at lógarheimild skuldi fáast til vega at leingja skipanina til eftir 30. juni, um framvegis nógv fólk vóru í skipanini. Tað var eisini hetta, sum løgmaður boðaði frá á tíðindafundi, sigur Christian Andreasen.
Men hvat ætlar formaður Fólkafloksins so at gera, nú Helgi Abrahamsen púra greitt hevur sagt, at skipanin verður avtikin 30. juni.
– Tað kjakið taka vit innanhýsis. Men eg kann bara vísa á, at í Danmark er skipanin við lønarískoyti er longd til endan av august, og tað haldi eg eisini, at hon kundi verið her hjá okkum, sigur Christian Andreasen.