Skiparin á Gadus takkar Gudi fyri stóru veiðina

Skiparin á Gadus, Òlavur Biskopstø takkar Gudi fyri ta stóru veiðina Gadus hevur fingið uppá stutta tíð. Hetta gjørdi Ólavur Biskopstø greitt, tá Vilmund Jacobsen prátaði við hann til tíðindasendingina hjá Rás2 klokkan 12.

Gadus fór avstað 6. mai og teir hava einans verið burtur í 28 dagar . Gadus hevur fulla last, ið hesaferð tekur umleið 740 tons av flaki. Hetta er besti túrur hjá Gadus, síðani JFK keypti skipið. Hetta um hugsað verður um, at hann ongantíð áður hevur fiskað uppí uppá so stutta tíð. Tað tók Gadusi bara 23 dagar at fiska tey 740 tonsini. Tað eina samdøgurið settu teir eisini samdøgurs-met við at fáa heili 43 tons niður uppá bara 24 tímar.

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátið, sum Vilmund Jacobsen hevði við Ólav Biskopstø, skipara umborð á Gadus.